Nú fer Tórshavnar kommuna undir at rudda upp á øllum almennum vegum og øðrum økjum, sum kommunan ræður yvir. Tað, sum fólk ikki sjálv hava beint burtur í seinasta lagi 7. juli, verður beint burtur fyri eigarans rokning
Tað er blivið ein alsamt størri trupulleiki, at fólk hava settt bilar, traktorar, reiðskap, amboð og alt møguligt annað á almennum vegum og økjum, uttan nakað frámerki um, hvør eigarin er, so sum Sosialurin hevur víst á seinastu dagarnar. Men nú vil Tórshavnar kommuna gera ein enda á hesum óruddinum.
- Vit vilja gera skjótt av, og tí hava fólk fingið eina viku til at fáa sítt órudd burtur av almennum støðum. Gera tey ikki tað, beinir kommunan óruddið burtur uttan aðra ávaring, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Borgarstjórin sigur, at hetta ikki bara er galdandi fyri Havnina, men alla kommununa.
- Vit kunnu ikki liva við øllum hesum óruddinum, sum skemmir bæði nátturu og umhvørvi. Tað vísir seg eisini, at hevur onkur sett okkurt frá sær, kemur skjótt meira aftrat, sigur borgarstnórin.
Fyri at undirstrika álvaran í hesum lýsir kommunan nú í bløðunum og heitir á øll, sum hava slíkar lutir standandi á kommunalum økjum, um at flyta teir burtur sum skjótast og í seinasta lagi 7. juli. Eftir tað syrgir kommunan fyri uppruddingini og tekur samstundis fyrivarni fyri at krevja allar útreiðslur í hesum sambandi endurgoldnar frá eigaranum, sigur Heðin Mortensen.