Skráin á konsertunum er fjølbroytt. Trioin framførir m.a. »Blíðan bróti ikki aldur« eftir Regin Dahl og tann kenda »Panis Angelicus«.
Harumframt framføra tey nøkur jólalig originalverk fyri júst hesa manning, eitt nú eitt offertorium eftir Schubert.
Begga og Árni framføra nakrar sangir, t.d. »Jólaklokkan aftur ringir« eftir Knút Olsen.
Bjarni og Árni framføra eina sera vakra adagio fyri klarinett og klaver eftir H. J. Bearmann.
Kanny og Árni framføra trý vælkend stykki fyri violin og klaver, har violinin rættuliga fær høvi at útfolda seg.
Sí annars lýsing aðrastaðni í blaðnum.