Tað verður tað allarbesta, sum føroyingar eiga at bjóða innan country tónleik, sum fer at spæla á fyrsta Tórshavnar Country festivali 11. og 12. mai.
Eitt av stóru nøvnunum er ikki hvør sum helst og hevur roynt mangt og hvat innan country-tónleik. Talan er um norska Arly Karlsen, sum varð valdur ársins sangari í fjør og hevur eisini vunnið European CMA Awards 2004.
Hann byrjaði á ungum árum at spæla gittara, og sangur og spæl hevur verið ein náttúrligur partur av lívi hansara. Hann hevur verið við í countrybandinum, Western Swingers, sum í 1983 gav út sína fyrstu LP, Sin egen stil.
Tilsamans gav Western Swingers út fimm LPir og hava selt fleiri enn 60.000 eintøk og selja framvegis væl.
Í 2001 byrjaði hann eina solokarrieru og hevur skrivað eina rúgvu av sangum, sum verða spældir kring allan heim.
Hann hevur staðið á palli við so navnframum tónleikarum sum Joanne Cash Yates (lítlasystir Johnny Cash), Billy Yates, Bellamy Brothers, Dale Watson, Wanda Jackson, Bjøro Håland, Johnny Logan, Tamra Rosanes, Joy Adams, Erin Hay, Lucie Diamond, Billy Don Burns, Heidi Hauge, Arne Benoni, Joe Sun, Steff Nevers, og fleiri øðrum.