Tórshavnar Býráð við hava hámark fyri geislingum

Tórshavnar Býráð fer nú at heita á landssýrið um at seta hámark fyri, hvussu nógvar geislingar kunnu góðtakast frá sendarum til fartelefonir og tráðleysum interneti.

Tað hevur býráðið samtykt í kvøld.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á, at nýstovnaða Erbylgjufelagið hevur gjørt vart við seg á hesum øki.

Erbylgjur er føroyska orðið fyri mikrobylgjur.

Felagið hevur víst á, at geislingar frá sendarum til fartelefonir og tráðleysum interneti, eisini heima hjá fólki, kunnu vera skaðiligar.

Í Føroyum er onki markvirði fyri, hvussu nógvar geislingar kunnu góðtakast, men tað vil Tórshavnar Býráð nú hava bøtt um.

Býráðið staðfestir, at seinastu árini hava Føroya Tele og Vodafone arbeitt við at útbyggja netini til tráðleyst samskifti.

- Hetta hevur havt við sær at einir 60-70 sendarar eru settir upp í Suðurstreymoy, teir flestu í Tórshavnar kommunu.

- So við og við verður GSM-tøknin avloyst av G3-tøknini, og hetta økir um tørvin á sendarum.

Av tí sama hevur kommunan fingið umsókn frá Føroya Tele um loyvi til at seta 10 sendimastrar upp ymsastaðni í kommununi.

- Tá ið hugsað verður um menniskjanslig og umhvørvislig árin av geisling frá tíklíkum sendiútbúnaði, hevur umsitingin ongar ásetingar at halda seg til, til, tá ið slíkar umsóknir skulu viðgerðast, staðfestir býráðið.

Tí hevur býráðið nú einmælt samtykt at heita á landsmyndugleikarnar um at áseta markvirðir fyri geisling frá sendiútbúnaði.