Tórshavnar býráð:Umfatandi broytingar fyri skúlarnar

Tórshavnar býráð hevur sett út í kortið eina longri røð av ætlanum, sum fara at betra um støðið á skúlunum í høvuðsstaðnum. Talan er um eina sera kostnaðarmikla verkætlan, men býráðið hevur valt at raðfesta hetta ovarliga. Eisini frítíðarskúlarnir fáa eina bøtandi hond

TÒRSHAVNAR KOMMUNA

Á býráðsfundi hóskvøldið var m.a. ein fyrispurninguri frá Leivi Hansen, býráðslimi og fyrrverandi borgarstjóra, um ætlarnirnar við skúlaverkinum. Spurningurin ljóðaði stutt og greitt: Nær hendir nakað á skúlaøkinum.
Borgarstjórin, Jan Christiansen, heldur, at Leivur Hansen átti heldur at spurt seg sjálvan, hví einki henda ta tíð, ið hann var borgarstjóri (1996-2000).
Jan Christiansen sigur, at sum ein avleiðing av fólkavøkstrinunm er og verður neyðugt at byggja út skúlaverkið í kommununi, ikki einans nýggjar skúlaeindir í nýggju íbúðarøkjunum, men eisini at víðka og umbyggja verandi.
Jan Christiansen vísir á, at seinastu fimm árini hevur ein vøkstur áljóðandi 600 næmingar verið í skúlanum í Tórshavnar Kommunu. Við hesum eru Adventistaskúlin og Kollafjarða Skúli ikki íroknaðir.
Arbeiðsbólkar við umboðum av politiska pallinum, skúlaleiðslum, byggikønum og øðrum eru settar at kanna, hvørji stig eiga at verða tikin. Úrsltið av fyrireikandi arbeiðinum er ein nágreinilig ætlan við øllum skúlunum.
Fyri at nevna dømi, so kunnu vit taka Argja Skúla burtur úr rúgvuni. Har er ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu at ogna sær bygningin hjá Postverkið Føroya á Argjum, ið hýsir Frímerkjadeildini og Girostovuni.
Jan Christiansen sigur, at teir hava víst áhuga fyri at keypa, og ein handil er ikki so langt vekk, tí talan er um, at Postverkið skal eitt nýtt øki at byggja við gamla Idé húsið, har postverkið heldur til. Borgarstjórin leggur aftur,at húsið hjá postverkinum eru sum skapt til endamálið og vil loysa trupulleikan endaliga.
Skúlin í Hoyvík og Kommunuskúlin skulu báðir hava nýbyggingar. Hoyvíkar skúli skal hava tríggjar nýggjar stovur. Kommunuskúlin skal gera ein heilt nýggjan bygning, har gamla barakkin stendur.

Frítíðarskúlin
Eisini frítíðar skúlin og barnagarðsbørnini fáa meira pláss eftir ætlanini hjá býráðnum. Í løtuni standa 300 børn á bíðilistanum hjá Tórshavnar býráð til at fáa eitt ansingarpláss. Í løtuni verður arbeitt við tvær ferðir 60 ansingarplássum. Býráðið samtyki eisini einmælt fyri afturlatnum hurðum at keypa eina grund á Argjum, sum liggur við Sandá ? aftanfyri gomlu hølini hjá Dagblaðnum. Talan er um eitt makaskifti, har eigarin fær onnur byggilendi afturfyri.
Hølini, sum higartil bert er ein grund, skulu nýtast til barnagarð til 60 børn og til frítíðarskúla, sum áður hevur hildið til í AB-húsinum við fótbóltsvøllin á Argjum.
Býráðið hevur harafturat samtykt at keypa eini sethús, sum standa í Stoffalág 82, til frítíðarskúla .
Húsið kosta býráðnum 4 mió kr. at keypa, men borgarstjórin letur væl at kortini, tí talan er um permanenta loysn, og húsið lúka øll krøv. Keypið er tó treyta av, at øll loyvi eru komin upp á pláss, og hetta merkir eisini, at grannarnir sleppa at siga sítt um málið.
Sum heild mynda skúlar, frítíðarskúla og ansingarstovnar nógv tann størsti partin av komandi íløgum hjá Tórshavnar Kommunu.