Tórshavnar Býráð tikið avgerð: Boðanesheimið skal verða grønt

Tað er nú greitt, at Nýggja ellis- og røktarheimið í Havn, sum hevur fingið heitið Boðanesheimið, kortini skal hava grøna orku.

Tað hevur býráðið í Havn endaliga samtykt.

Tað var eisini upprunaliga ætlanin og ein meting vísti, at tað fór at kosta 1,7 millión at

Útvega sjóvarhita til heimið.

Sjóvarhitið varð mett at vera tann besta loysnin í hesum føri. Men fyri stuttum sá út til, at hendan ætlanin fór at verða slept.

Neyvari kanningar vístu nevniliga, at veruligi eykakostnaðurin av at brúka sjóvarhita, er 4,8 milliónir, ella 3,1 millión hægri enn upprunaliga mett.

Hetta kemst av, at útbúnaðurin noyðist at vera væl máttmiklari, enn upprunaliga mett.

Tí helt býráðið, at tað er ivasamt um hendan meiríløgan nakrantíð verður vunnin inn aftur, men tað veldst sjálvandi um gongdina í oljuprísinum.

Tí mælti fleiri býráðslimir til, at Boðanesheimið skuldi kortini hitast upp á gamlan máta við oljufýring.

Men á býráðsfundi í kvøld samtykti býráðið kortini, at Boðanesheimið skal hitast við sjóvarhita.

Býráðið fer at brúka hesa vikuna til at finna írestandi peningin, so at tað kann gerast veruleiki og so verður málið lagt fyri býráðið aftur.

Hetta er hent eftir nógv fundarvirksemi, har býráðið hevur fingið trygd fyri, at sjóvarhitin er líka álítandi sum oljufýrdur hiti.