Tórshavnar býráð skipað seg

Á býráðsfundi klokkan fimm í dag skipaði nývalda býráðið í Tórshavnar seg við Heðini Mortensen sum borgarstjóra og Boga Andreasen sum varaborgarstjóra Teir høvdu telvað seg fram til eitt úrslit, samgonguflokkarnir í Tórshavnar býráð, tá fundur varð settur klokkan 5 í dag í býráðssalinum

Sum sitandi borgarstjóri setti Heðin Mortensen fundin, og bað síðani um uppskot til borgarstjóra fyri komandi fýra árini. Marin Kathrina Frýdal skjeyt Heðin Mortensen upp, sum varð valdur uttan avkøðugreiðslu.

Síðani vórðu 1. og 2. vara borgarstjóri valdir, og tað gjørdust ávikavist Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.

Eftir hetta vórðu nevndirnar valdar, og skulu nevnast føstu limirnir í ymsu nevndunum:

Fíggjarnevnd: Borgarstjórin føddur formaður, Marin Kathrina Frýdal, Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Sjúrður Olsen

Sosiala nevnd: Halla Samuelsen, Marin Kathrina Frýdal, Bogi Andreasen, Levi Mørk, Vagnur Johannesen

Mentanarnevndin: Jógvan Arge, Maria Hammer Olsen, Jákup Símun Simonsen, Halla Samuelsen, Anfinn Brekkstein

Tekniska nevnd: Marin Kathrina Frýdal, Levi Mørk, Jákup Símun Simonsen, Halla Samuelsen, Sjúrður Olsen

Byggi- og býarskipanarnevndin: Bogi Andreasen, Elin Lindenskov, Jógvan Arge, Levi Mørk, Jan Christiansen

Heilsu- og umhvørvisnevndin: Elin Lindenskov, Marin Kathrina Frýdal, Bogi Andreasen, Maria Hammer Olsen, Jac Christiansen

Havnanevndin: Jákup Símun Simonsen, Maria Hammer Olsen, Jógvan Arge, Levi Mørk, Vagnur Johannesen

Umframt hetta vórðu nakrar smærri nevndir eisini valdar. Sum SEV-umboð varð Marin Kathrina Frýdal vald.

Meir um nevndirnar og samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Sosialinum í morgin.