Tórshavnar Býráð keypir stuttleikabát

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at keypa stuttleikbátin Fram frá Søren Pram Sørensen, fyri 700.000 krónur.
Eitt endamál við bátinum er at brúka hann til næmingarnar á fiskibreytini á NámX, sum er felags 10. flokkarnir í Tórshavnar Kommunu.
Á býráðsfundinum hóskvøldið varð upplýst, at báturin er bygdur í 1923 og at hann er væl hildin og í góðum standi.
Men keypið er treytað av, at ein teknisk meting hjá skipakønum, og at ein greiningin frá skipaeftirlitinum, eru nøktandi.
Í hesum sambandi ætlar býráðið at stovna eitt feðag, sum líkist sluppvinafelagnum, at taka sær av dagliga rakstrinum.
Í fjør kostaði hann 60.000 krónur í rakstri.
Fram er skrásettur í skipaskránni sum stuttleikabátur og kann ikki brúkast til vinnu.
Hann hevur annars verið brúktur í jólamánaðinum og hevur eisini verið við á stevnum, eitt nú í regattasiglingini fyri træskip.
Harumframt hevur hann verið opin fyri almenninginum á ólavsøku.
Men skal Námx brúka Fram, er neyðugt, at hann verður góðkendur til brúkið.
Tí kannar býráðið nú hjá Skipasýninum, hvørji krøvini eru, og, hvørjar ábøtur skulu gerast í trygdarútgerð og annað.