Nú fer eisini at bera til hjá teimum 15 ára gomlu í Tórshavnar Kommunu at fáa bíligt koyrikort til lítil prutl.
Tað hevur Tórshavnar býráð nú samtykt.
Løgtingið hevur samtykt, at 15 ára gomul skulu sleppa at koyra lítil prutl, sum koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman. Men ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin, tá ið tað kom fram, at skuldu vanligu koyrilærararnir átaka sær uppgávuna at undirvísa í teori og koyring, fór eitt slíkt koyrikort at kosta upp ímóti 10.000 krónur.
Tí hevur verið royntt at fáa kvøldskúlarnar at átaka sær at undirvísa teimum 15 ára gomlu í hesum sambandi, og tað hava fleiri kvøldskúlar kring landið átikið sær. Vildu kvøldskúlarnir ikki tað, hevði neyvan nøkur undirvísing verði.
Men í Tórshavnar býráð vildu tey treyðugt gera tað, tí býráðslimir mettu, at hetta er eitt mál, landsmyndugleikarnir eiga at taka sær av, og at tað sostatt ikki hoyrir heima í kvøldskúlanum.
Men nú hevur Tórshavnar Býráð kortini boygt seg og hevur samtykt, at kvøldskúlin skal undirvísa 15 ára gomlum í sambandi við koyrikortið til lítil prutl.
– Vit mugu bara ásanna, at vit eru við undirlutan, men tey ungu kunnu ikki svíða fyri, at landsmyndugleikarnir bera seg soleiðis at, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið Býráðið atkvøddi um málið.
Tí hevur býráðið eisini samtykt at senda Henrikki Old, landsstýrismanni, eitt mótmæli, har tað verður mótmælt, at hann, uttan nakað sum helst, leggur eina landsuppgávu undir kommunurnar.
Frálæran til koyrikort til lítil prutl, skal vera minst 27 skúlatímar, har av minst 16 tímar eru í teori og minst 10 tímar eru í koyring. Nakrir av koyritímunum skulu vera á avbyrgdum øki, men restin skal vera á alfaravegi.