Tórshavnar alfrøði við konfirmantamyndum í SMS

Í sambandi við "Tórshavnar alfrøði", ið kemur út í november í ár, verður ein áhugaverd framsýning á Torginum í SMS frá mánadegi 13. februar og vikuna út.

Ein partur av havnarsøgu eru konfirmatiónirnar, og tað er hesin parturin, ið verður sýndur fram á Torginum í komandi viku.

Birgar Johannessen hevur í gott fýra ár arbeitt við at savna søguligt tilfar um Havnina í tíðarskeiðinum 1900-1970.

Umleið 80 konfirmantamyndir eru á framsýningini. Á teimum flestu eru nøvnini komin upp á pláss, men tó eru tað nøkur ið mangla.

Í tíðarskeiðnum millum 1900 og 1970 hava umleið 140 konfirmatiónir verið í Havn. Av hesum hevur Birgar fingið umleið 60 prosent av myndunum.

Myndirnar á framsýningini verða settar upp kronologiskt og byrja við árinum 1900, men har sum ongar myndir eru, er eitt yvirlit yvir nøvnini á konfirmantunum, soleiðis at til ber hjá fólki, sum evt. kenna persónar á yvirlitinum, at fáa hendur á myndunum, um tær eru til.

Birgar heitir á fólk um at koma til framsýnigina, fyri at vita um tey persónar á myndunum.

Av tí at nógvir av persónunum eru úr bygdunum nærhendis Havnini, roknar Birgar við at fólk í Nólsoy, Velbastað, Kirkjubø, Hesti, Koltri, Norðradali og Kaldbak kanska liggja inni við nøkrum av teimum myndunum, ið hann manglar.

Endamálið við framsýningini er at fáa hendan partin av Havnar søgu so rættan sum gjørligt og helst fáa fatur á øllum myndunum, ið tiknar eru, nú tær skulu við í "Tórshavnar alfrøði", sum kemur út í november.

Fólk, sum koma til framsýningina, fáa eisini ein lepa við 10 áhugaverdum upplýsingum um konfirmantarnar hesi 70 árini.