Tórshavnar alfrøði

Niðari partur av Áarvegnum

Nýggi amtmansgarðinum og niðara partur av Áarvegnum. Arbeiðið við at breiðka niðara partin av Áarvegnum, frá Laðabrekkuni og niðan á Vaglið, og laðan av nýggja amtmansgarðinum byrjaði í 1950 og var liðugt í 1951. Tað var byggimeistarin Vilhelm Tórsheim, sum stóð fyri arbeiðinum, og var samlaði prísurin kr. 160. tús.



Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, eru hon ella hann vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á tel.
214647 ella 314647.