Eg fari at hugleiða yvir Tórshavnar kommunu sum eina samlaða skipan innan eldra- og brekøkið, tvs. fyri fólk við øllum sjúkum og brekum í øllum aldrum, við fokusi á eldraøkið.
Fyribyrgja førleikamiss og fremja heilsu
Fyrst eitt sindur um ergoterapi, tí at tað er út frá míni royndum og vitan sum ergoterapeutur, eg havi gjørt mær tankarnar, sum eg havi um økið. Ergoterapeutar plaga siga "ikki bara leggja ár til lívið, men eisini leggja lív til árini" og "lív, sum verður bjargað, skal livast". Hetta kann sigast at vera kjarnan í ergoterapi. Sum ergoterapeutur samstarvar tú við borgaran, sum orsakað av breki ella sjúku hevur trupult við at liva tað lívið, sum hann ynskir og hevur tørv á. Tí mást tú kunna skapa fysiskar og sosialar rammur fyri einstaka borgaran og í samfelagnum sum heild, sum loyva hesum. At fremja heilsu og fyribyrgja førleikamiss hjá gomlum er eitt øki, sum eigur at fylla nógv í arbeiðinum hjá ergoterapeutum. Tí er tað so óalmyndiliga tvørligt fyri ikki at siga ógjørligt sum ergoterapeutur at arbeiða innan hetta økið í Føroyum, tá tú støðugt rennur teg ímóti forðingum, orsakað av, at økið er spjatt yvir so nógvar skipanir og er so óskipað viðvíkjandi organisering og heimildum.
Kári á Rógvu Olsen skrivaði í 2005 í einari kronikk "... men sum er, eru vit í Føroyum so besett av reglugerðum, mannagongdum, játtanarskipanum og freistum, at nærum einki slíkt fæst í lag". Hetta skrivaði hann um útbúgving, men tá eg las tað, helt eg, at tað líka so væl kundi sigast um almannaøkið, so eg havi goymt tað ...
Felags visión
Ein viðkomandi útsøgn í støðuni sum vit nú eru í, er "visión uttan handling er dagdroymarí og handling uttan visión er marra". Vit eru her í kvøld, tí at støðan í løtuni mest líkist marru og uppskot um panikkloysnir byrja at stinga seg upp, t.d. at keypa íbúðarblokkar til røktarheim. Um tað bleiv gjørt, bleiv marran ikki minni, eri eg bangin fyri. Samstundis hoyri eg, at nógv hava góðar visiónir.
Kommunur í Føroyum og Nærverkið skipaðu í 2006 fyri ráðstevnu um eldraøkið við luttakarum frá útjaðaraøkjum í okkara grannalondum. Har segði ein av útlendsku luttakarunum, at tey høvdu roynt at seta seg inn í, hvussu eldraøkið var skipað í Føroyum, men tey høvdu givið upp, tí tað var tað reina kaos. Jú, viðkomandi segði kaos, pínligt, hugsaði eg, tað má fáa onkran at reagera ... a, ja
Okkum nýtist ikki at finna uppá nakað nýtt, fyri at fáa betri skil á økið. Vit kunnu bara gera, gjørt verður aðrastaðni, har alt er undir einari skipan. Tvs. samla eldra- og brekøkið í Tórshavnar kommunu í eina skipan, so yvirskipaðar visiónir kunnu orðast fyri alt økið og handla kann út frá teimum. Um tað verður ein almenn ella kommunal loysn skuldi ikki verið avgerðandi. Nei, hetta er ikki so einfalt at fara í holt við, men við vilja og nýhugsan, ber til við verðandi ressoursum at gera ábøtur á støðuna hjá gomlum, sjúkum og brekaðum borgarum, sum hava tørv á almennum tænastum orsakað av teirra breki ella sjúku.
Øll á røktarheim?
Nógvar kanningar vísa, at flest gomul fólk ynskja at búgva hjá sær sjálvum sum longst og vit vita, at røktarheimspláss kosta meira, enn tað kostar at veita fólki hjálp í egnum heimi. Nú er frammi, at vit mangla eg veit ikki hvussu nógv røktarheimspláss í Føroyum. Hvat vil tað siga og hvørjum grundarlagi er tað sagt út frá? Hermann Oskarson vísti í kjaksending í ÚF herfyri á, at hagtøl vísa, at vit í Føroyum hava líka so nógv ella fleiri røktarheimspláss í mun til íbúgvaratalið enn onnur norðurlond. Vit hava tó ongar eldraíbúðir, sum eru knýtt beinleiðis at eldramiðstøðum. Skulu vit ikki støðga á eina løtu við at útbyggja røktarheimsøkið og royna tann leistin samstundis sum vit leggja dent á røktarheimsfyribyrging?
Jú, eg ivist í, um øll, sum eru røktarkrevjandi skulu á røktarheim. Í mínum arbeiði havi eg sæð, at tú kanst vera røktarkrevjandi og búgva í egnum heimi, sjálvt um tað mangan kundi verið betri, sum skipanin sær út nú. Ein treyt er, at tilboðini verða løgd tilrættis, so at tey hóska til tørvin hjá tí einstaka og familjuni - eg sigi tilboðini og ikki bara "røktin", tí tú hevur eisini eitt lív at liva, hóðast tú ert óhjálpin á onkrum økjum. Tí skal í hvørjum einstøkum føri hædd takast fyri, hvat tær bagir, hvør tú ert sum persónur, fysiskum kørmum, sosialum relatiónum, møgulleika fyri at vera virkin eftir førimuni, at tú kennir teg tryggan, tørvi á sjúkrarøkt, hjálpartólum, venjingum og annars innihaldi í dagligdegnum, so tú kanst fáa eitt so virðiligt lív sum gjørligt. Mong flyta á røktarheim, tí tey ikki kenna seg trygg í egnum heimi. Og so eru tað tey, sum ikki eru so illa fyri fysiskt, men sum av ymiskum orsøkum, tað kann vera sálarligum ella sosialum ikki kunnu búgva í egnum heimi ella fyri seg sjálvan. Sjálvandi skulu tað vera pláss á heimum til teirra. Tað handlar í hvørjum einstakum føri um ein individuellan tørv og eina individuella loysn.
Fólk blíva ikki røktarkrevjandi frá einum degi til annan - kanska í heilt serstøkum førum, men tað vanliga er, at tað er ein líðandi process frá tí, at tú byrjar at fáa trupult við at klára teg, til tú møguliga blívur púra óhjálpin. Í seinasta enda hevur mátin, sum tú fært hjálpina uppá, eisini ávirkan á, hvussu røktarkrevjandi tú blívur. So hetta er ikki so svart og hvítt - summi kunnu ikki búgva í egnum heimi, sjálvt um tey klára seg væl uppá nógvar mátar, meðni onnur kunnu búgva heima, sjálvt um tey skulu hava hjálp til alt ....
Ikki løgið, at fokusið í dag er at sleppa á røktarheim, tí tað er har, tú fært lívið aftur og verður trygg. Tað er so gott á røktarheimum, Eden alternativ, dent á lívssøgu og alt møguligt. Men hví bíða við at leggja dent á lívsgóðsku, tryggleika og ein innihaldsríkan og virknan dagligdag, til fólk koma á røktarheim? Tað er nokk ikki ókent fyri gomul fólk og teirra avvarðandi, at tey gomlu í fleiri ár hava haft ein gerðandisdag heima hjá tær sjálvum, har einasta tænastan hevur verið røkt. Annars ein gerðandisdag í egnum heimi, har tú hevur kent teg ótrygga, mist førleikar, sjálvsvirði, identitet og rollir, og alt verður gjørt fyri teg og tú mást laga teg eftir, hvat onnur bestemma fyri teg. Men tá tú so endiliga sleppur inn um perluportrið - á røktarheimið - skalt tú í sving aftur og stimbrast til at vera virkin og fáa ein innihaldsríkan gerðandisdag. Er tað ikki eitt sindur bakvent?
Dagtilboð og umlætting
Dagtilboð eru heilsfremjandi og røktarheimsfyribyrgjandi. Tí skulu dagtilboð, sum fremja lívsgóðsku og gleði og heilsu vera til allar gamlar borgarar í Tórshavnar kommuni. Tey skulu ikki niðurleggjast og skerjast, sum nú liggur í luftini, men í staðin útbyggjast og samskipast, so at okkurt er til allar eldri borgarar. Her kann vera bæði samvera, ymisk skeið, dansur á alljósum degi, fimleikur, venjingar, ja, tað eru eingi mørk. Og sjálvandi eisini neyðug samdøgurs umlættingarpláss, akuttpláss og uppvenjingarpláss av ymiskum slagi.
Trygdartelefonir
Trygdartelefonir eru eitt dømi um eina almenna tænastu, sum kundi verið gagnnýtt betri. Øll, sum arbeiða innanfyri økið og uttan iva mong avvarðandi og brúkarir vita av royndum, at trygdartelefonin, sum vit brúka hana, ikki altíð borgar fyri tryggleika fyri borgaran og tey avvarðandi. Møgulleikarnar við trygdartelefonunum mugu gagnnýtast, vit mugu gera, sum tey longu hava gjørt í fleiri ár í okkara grannalondum. Har eru trygdartelefonirnar koblaðar til heimarøktina, so heimarøktin alt døgnið hevur møgulleika at fylgja við, hvussu viðkomandi hevur tað, lurta, um friður er, eitt lítið prát, ella avtala vitjan eftir tørvi ... tvs. eitt hent amboð at betra um tryggleikan.
Avvarðandi
Og so tey avvarðandi. Er tað rætt, at skipanin dúvar uppá, at mann fær ábyrgdina fyri foreldrunum, tá tey blíva gomul og óhjálpin. Tað er óvirðiligt fyri báðar partar. Summi avvarðandi hava orku og umstøður og ynskja at taka sær av teirra óhjálpnu foreldrum. Tey skulu sjálvandi fáa neyðuga stuðulin til at gera tað. Men nógv dømi eru um, at avvarðandi verða heilt koyrt í senk. Eitt er at foreldrini hava tørv á hjálp, og fyri tey flestu er tað ein sjálvfylgja at hjálpa foreldrunum eftir førimuni. Men at verða møtt av einari skipan, sum áleggur tær uppgávur og skyldur, sum tú ikki eigur at skula hava, tað er steinur omaná byrðu. Og hvat við teimum, sum ikki hava børn, sum kunnu taka yvir, tey eru ikki so fá í tali.
Kompetent starvsfólk og skipan
Jú, eldra- og brekøkið er eitt komplekst øki, har hædd skal takast fyri nógvum viðurskiftum. Tað krevst skipað tvørfakligt samstarv, nógvar fakligar vinklar, vælútbúgvið starvsfólk, frá ovastu leiðslu til heimahjálp og fleksiblar loysnir og rammur. Tá hetta nú er so komplekst, mugu skipanirnar, sum veita tænasturnar, vera so einfaldar og fleksiblar sum gjørligt.
Frameftir
Og hvat er nú at gera. Jú, vit mugu síggja burtur frá støðuni, sum hon er nú. Vit eru her í kvøld, tí at verðandi skipan hevur spælt fallitt. Vit sleppa ikki undan at rudda upp og byrja av nýggjum. Alt økið, kommunalt ella alment er goldið av skattgjaldarans pengum og allir borgararnir í Tórshavn, sum hava tørv á tænastunum, sum allar skipanirnar veita, hava sama rætt til tænasturnar. Talan er um tænastur til borgararnar, sum almannaverkið ella kommunan hevur átikið sær at umsita fyri borgaran fyri borgarans pengar. Tað eru ikki Tórshavnar kommuna ella Almannastovan, ella Hjálpartólamiðstøðin, ella Røktarheimini, ella Hvíldarheimið ella Nærverkið ella aðrar skipanir innan primera økið, sum eiga tænasturnar og veita hvør øðrum tænastur. Orsaka at eg sigi tað, men soleiðis tykist hugburðurin mangan vera. Vit kunnu ikki framhaldandi bjóða borgaranum, at vit keglast um, hvør eigur ella ikki eigur at veita hesa ella hasa tænastuna. Fyri borgaran er tað líka mikið, um tað er kommunalt ella alment, bara rætta tænastan er har til røttu tíð og á rætta staði.
Vit vita, hvussu nógv fólk starvast innanfyri eldra- og brekøkið í almennu og kommunalu skipanunum í Tórshavn. Koyr øll tey starvsfólkini í eina skipan, undir ein hatt. Hvat so við røktarheimunum, ellisheimunum, sambýlunum? Tað er tað sama, skattgjaldarin/borgarin hevur goldið fyri tey eisini, undir sama hatt við teimum. Og hvat við hjálpartólunum, jú aftur tað sama, skattgjaldarin hevur goldið fyri tey eisini, undir sama hatt við teimum eisini. Tað sama við øllum hinum almennu veitingunum, sum ansingarløn til avvarðandi, koyring, dagtilhald v.m.
Yvirlit yvir tænasturnar, sum í løtuni eru spjaddar ímillum ymiskar kommunalar og almennar skipanir:
búpláss
hjálpartól og bústaðarbroytingar
persónligan stuðul
trygdartelefonir
heimahjálp
sjúkrarøkt
dagstovnar og dagtilhald
umlætting, Hvíldarheim
heimavitjanartænasta
ansingarløn til avvarðandi
koyring
ymiskar almennar veitingar orsakað av breki, sjúku, sosialum umstøðum v.m.
inkontinens (blæður))
Hetta vóru so verðandi tænastur, sum enn eru deildar ímillum ymiskar skipanir. Tá alt fer undir ein hatt, verður gjørligt t.d. at:
kobla trygdartelefonir til heimarøktarskipanina
hava samdøgursrøkt
menna og samla servitan innan ymisk øki, demens, kroniskar sjúkur, neurologi, arbeiðsumhvørvi og ergonomi, sárrøkt, trýstsár
menna samstarvið við heilsuhúsverkið
Eldraráðið og brúkarafeløg/sjúklingafeløg fáa eina skipan at ráðgeva og samstarva við, sum varðar av øllum økinum
menna starvsfólkaøkið
menna dokumentatión og samskifti í samband við einkulta borgaran og skipanirnar, felags journalskipan, THS
Til seinast: Tað er ein sannroynd, at samanhangur er millum nøgdar brúkarar, vælvirkandi socialar tænastur og nøgd og kompetent starvsfólk.
Og sum eg byrjaði við at siga, er hetta ikki annað enn sunnur fornuftur!
Takk fyri