Leygardagin 23. februar letur ein framsýning um menningina í Tórshavn upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at seta framsýningina, sum er opin til 18. mai. Ferniseringin verður á Norðurbryggjuni leygardagin 23. februar frá klokkan 14.00 til kl. 16.00. Almenna heitið má framsýningini er ?Tórshavn - identitet og arkitektur?. Sýningin er sett upp í samstarvi millum Norðurbryggjuna og Tórshavnar kommunu.