Rúni Sundberg Patursson
----
Sannleikin er, at Tórshavn er einasti norðurlendski høvuðsstaðurin har fólkatalið minkar. Umráðandi er við nýhugsan, politikarar mugu taka ábyrgd og raðfesta annarleiðis. Trivnaður er ikki bara asfalt, baðiland, standmyndir og ítróttarhallir. Trivnaður er fíggjarligt frælsi!
Vit mugu fáa familjurnar, at støðast. Framsókn vil hækka barnafrádráttin úr 5.500kr upp í 11.500kr árliga. Hetta er ein hækkan á 500kr í tøkum peningi fyri hvørt barnið um mánaðin. Samstundis skal barnafrádrátturin umskipast sum ein barnakekkur.
Hetta hevur fleiri jalig árin við sær.
? ? ? ?
Nýtslan hjá barnafamiljum hækkar. Vinnulívi stimbrast. Fleiri nýggj arbeiðspláss. Fleiri skattakrónur í kassan.
Hækkaði barnakekkurin hevur ein kostnað á áleið 28.8 milliónir krónur. Hetta er ein neyðug raðfesting, ið kann gera allan munin hjá barnafamiljunum. Við hesum fáa barnafamiljurnar fíggjarligt frælsi.
Tað er alneyðugt at barnafamiljurnar støðast. Taka vit ikki neyðugu stigini nú, fer fólkatalið í kommununi framhaldandi at minka. Ein høvuðsstaður hevur ábyrgd, Tórshavnar Kommuna skal ganga fremst í herferðini, at steðga fólkafráflytingini úr Føroyum. Hesum vil eg virka fyri.
Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður. Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn Stutt og greið hjartamál.










