Tórshavn ? ein góð kommuna fyri øll ættarlið

Erna Háberg


Eldraøkið er eitt av mínum hjartamálum, og havi eg luttikið í ymiskum slóðbrótandi arbeiði innan hetta øki.
Tað seinasta er Dag-til-haldið fyri minnisveik, sum vit í nevndini í Alzheimerfelagnum hava stovnað, og sum lat upp í seinastu viku.
Komi eg inn í býráðið, fari eg at virka fyri, at:
?Tórshavnar býráð yvirtekur eldraøkið.
?At eldraráð verður sett á stovn, so borgararnir koma til orðanna.
?Býráðið fær ein eldrapolitikk, sum m.a. fevnir um demenspolitikk, bygging av Eldraíbúðum og bygging av neyðugum stovnsplássum, ymisk dagtilboð, uppvenjingar-støðir og onnur fyri-byrgjandi tiltøk

Onnur mál, sum eg vil virka fyri, eru hesi:
?Býlingadeplar og alternativa íbúðarbygging, til øll ættarlið.
?Ungdómshús í rúsfríum umhvørvi, við fjølbroyttum møguleikum.
?Menna Havnina við fyri-liti fyri at varðveita hugnan.
?Eini varðandi loysn fyri Argja skúla.

Tað er umráðandi, at tú fert á val 9.november og stuðlar okkum í, at gera Tórshavnar kommunu til eina enn betri kommunu fyri øll ættarlið.
Set X við lista A