Tórsbreyt verður tikin í brúk leygardagin

Leygardagin klokkan 15 verður Tórsbreyt tikin í brúk. Kring breytina, sum er á Hálsi í Havn, verða nógv tiltøk og øll, ið eru við, fáa eitt skreytblað, sum er prógv um luttøku.

Mentamáladeildin leggur upp til hátíðardám, nú Tórsbreyt er liðug og verður tikin í brúk. Havnar Hornorkestur fer at spæla undir leiðslu av Ova Olsen.

Eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevur bjóðað vælkomin, fer Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, at halda røðu, skrivar Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi.

Síðani spælir Havnar Hornorkestur aftur, og Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum, heldur røðu. So klippir Heðin Mortensen, borgarstjóri, snórin til Tórsbreyt.

Øll tey, ið ganga runt breytina fáa eitt skreytblað.

Tjald verður á økinum, har bólkurin Spaðar 5 fer at spæla. Í tjaldinum verður bjóðað kaffi, leskidrykkur og frukt.