Tórsbreyt fingið búmerki

Búmerkið til Tórsbreyt er fyrst og fremst bókstavurin Ó, ið er gjørdur til grafiskt tekn, greiðir teknarin frá í tíðindaskrivi. Skapið avmyndar harafturat á rennibreytina, sæð perspektiviskt. - Heldur enn at verða latin aftur, er ringrásin opin og letur samstundis upp fyri fleiri týdningum á opnu rennibreytini. Nevnast kann ítróttin, har kastað verður, kringlu- og hamarkast, sum er umboðað við sentrifugalrørsluni og eisini spjótkast við oddinum, sum verður sendur avstað, sigur Eyðun Eliasen, og vísir á almenna búmerkið hjá Havnini, hamara Tórs, sum eisini er í ætt við kastiítróttina. Arkitekturin og upphavsmaðurin at nýggja búmerkinum ger at enda vart við at strikan yvir Ó’num er eisini sprottin av veingjunum í hjálmi Merkurs. Í rómverksum søgum er Merkur gudur fyri skjótleika og samskifti millum heimarnar.