TórRek 2000 í Norðurlandahúsinum

Framsýningin TórRek verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 26. til 29. apríl

Í næstu viku skipað íslendska Útflutningsráðið og Eimskip fyri sølustevnuni TórRek 2000.

Tað var fyri tveimum árum síðani at fyrsta framsýningarátakið av hesum slagi fór av barkastokki.

Íslendingar og føroyingar hava gjørt avtalu um at framsýningin skal vera skiftivís í Føroyum og í Íslandi, og tá hon byrjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani, ja, so eiga føroyingar aftur tørn í ár.

Sjáv framsýning verður 28. apríl, men onnur tiltøk vera eisini.

Dagin áðrenn skipa vertirnir fyri 17. aldar Skálholtshátíð á Hotel Føroyum, har okkara løgmaður og íslendski ídnaðar- og viðskiftisráðharrin siga nøkur orð.

Fríggjadagurin verður skipaður soleiðis, at fyrilestrar verða hildnir fyrrapartin. Tá fara m. a. Vígdis Finnbogadóttir og Finnbogi Arge at hava orðið.

TórRek verður hesaferð eitt sindur øðrvísi enn tann fyrsta av slagnum.

Íslendingar hava nevniliga boðið grønlendingum at vera við, og nakrir grønlendingar hava tikið av.

Endamálið við sølustevnuni er at menna samhandilin millum Ísland, Grønland og Føroyar og at styrkja samstarvið millum londini.