Tóroddur í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina

Yrkingasavnið ?Rot? eftir Tórodd Poulsen er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2009 Frá nevndini, ið sum ger tilmæli til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, verður sagt, at Tóroddur Poulsen skarar við sjáldsama málkynstri sínum burturúr í føroyskum skaldskapi.

Í savninum ?Rot? verða tung og álvarsom evni viðgjørd á lættan og óvæntaðan hátt. Yrkingarnar snúgva seg serliga um óttan fyri persónligari týning, men eisini um tráan eftir deyða, og um hvussu kanska tamarhald fæst á bæði lívs- og deyðsótta í listaligari uppgerð.

Blandingin av tí góðsliga og tí hvassa, av speisemi og eyðmýkt, av tí kenslusama og tí ágangandi gevur yrkingunum eitt heilt serligt innihald og málsligt lag. Hjá Tóroddi Poulsen er einki er sjálvsagt, heldur ikki tað mest einfalda, alt kann sigast av nýggjum, fáa nýggjan týdning og gerast tvítýtt og undrunarvert.

Í ?Rot? verður lesarin krøktur á frá fyrstu síðu við orðinum ?svøvnur? og loystur aftur á síðstu síðu við orðinum ?vøka?. Ein málslig leitan er knýtt at tilveruspurningunum í savninum, sum samstundis er eitt tað besta og mest heilskapaða, yrkjarin hevur latið úr hondum higartil.

Ein gjølligari lýsing av yrkingasavninum verður at síggja á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum (www.norden.org).