Törnblom syngur Taube og Bellmann

    

Hósdagin 2. oktober og fríggjadagin 3. oktober syngur Bernt Törnblom (S) vísur hjá Bellmann og Evert Taube í Føroyum.
Fyrra konsertin verður í Klingruni Norðurlandahúsinum hóskvøldið klokkan 19.30.
Svenski sangarin, sum hevur vunnið fleiri virðislønir í Svøríki, fer eisini at framføra í Atlantis í Klaksvík. Tann konsertin verður fríggjakvøldið 3.oktober klokkan 19.00.