Klokkan ellivu í kvøld varð tingfundurin liðugur. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, boðaði frá, at næsti fundur verður klokkan tíggju í morgin.
Til tann fundin eru trý mál sett á skrá.
Fyrst eru tvær 3. viðgerðir.
Onnur snýr seg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl (Viðbólt eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini).
Hin snýr seg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (leingjan av heimild at taka veiðigjald.
Og so verður 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019.









