Tárini trillaðu og Niels var málleysur

Hittinorðaði útvarparin hjá TB, Niels Petersen greiðir frá lokalpolitikki og Liverpool, og at honum dámar væl at hyggja eftir Vild med dans. Hann minnist eisini aftur á dagin, tá tárini trillaðu og hann fyri einaferð skyld ikki visti, hvat hann skuldi siga.

Hvat roknar tú við av ársins seinasta dysti hjá TB?

Okur vinna!


Hvussu hevur kappingarárið annars verið?

Kappingarárið hevur verið sera spennandi. Nakrir garrvillir upptúrar, eftirfylgdir av hamrandi niðurtúrum, og so aftur upptúrar. Sera turbulent, serliga í seinnu hálvu. Fyrra hálva, var sum eitt ævintýr.


Hvørjar vónir hevur tú til komandi kappingarár?

Komandi kappingarár verður sera spennandi. Okur hava tá nakrar ungar leikarar, sum eru enn meira klárir til bestu deildina, og breiddin verður enn størri enn í ár.


Hvussu verður við TB studio tá?

TB Studio fer at vera til so longi, sum onkur tímur at lurta. Havi kensluna av, at tað verður eina løtu afturat.


Hvat er minniligasta fótbóltsupplivingin, sum tú hevur havt?

Hóast Champions League finalan í 2005, millum mítt kæra Liverpool og AC Milan var ómetaliga góð, so tekur ONKI okkara svakliga 11-0 sigur, á síðsta leikdegi í fjør. Fý for heitasta ein gleðisrómur. Tárini trillaðu og fyri einaferðs skuld, visti je ikki hvat je skuldi siga.


Hvat er tungasta løtan, sum tú hevur uppliva í samband við fótbólt?

Keðiligasta løtan var, tá TB flutti niður í 2005. Tað var ein sera keðilig løta, sum vit nústaðni hava reist okkum frá, og tað skal ONGIN koppa okkum niður aftur!


Hvat gert tú umframt at varpa út fótbólt?

Umframt at varpa fótbólt, so venji je børnini í fótbólti. Eri venjari hjá einum U12 liði hjá TB, sum je havi fylgt frá teir byrjaðu. Venjarayrkið er nakað mær dámar sera væl, og eri í gongd við at útbúgva meg til venjara. Annars hevur politikkur mín stóra áhuga, og serliga er tað lokalpolitikkur, sum je brenni fyri.


Heldur tú við øðrum enn TB?

Umframt TB, so stuðli je eisini enska Liverpool. Orsøkin til tað er, at je sá ein hálvtjúkkan John Barnes tuska runt við bóltinum ein tilvildarligan dyst einaferð í 80-unum, og je minnist, at je hugsaði ”Halt kjaft ikki, sum hasin fær tað at síggja lætt út”. Hevði ikki meira enn hugsað tankan, so fór hann ein av sínum vøkru solotúrum, við tveimum ella trimum 1-2 avleveringum, áðrenn hann lobbaði bóltin í mál. Man kundi ikki gera annað, enn at blíva imponeraður. Sikken eitt lið og sikken eitt felag. Je bleiv seldur, og eri blivin sera optimistiskur aftur, nú Brendan Rodgers er komin HEIM.


Hvat er tað besta, tú fært at eta?

Havi ongan yndismat sum so. Onkur vildi kanska sagt, Niels er alt etandi. Men skuldi je valt, so var tað nokk einhvør føroyskur rættur.


Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?

Fái je tíð og, ikki minst frið, til at hyggja eftir sjónvarpi, so er tað frálíka serian CSI-Las Vegas, sum oftast er á skránni. Men faktiskt dámar mær eisini væl Vild med dans, men sig tað ikki víðari.


Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Havi onga genru, je serliga dámi. Lurti eftir øllum millum himmal og jørð. Seinastu sangirnir, ið mær dámdi væl, vóru X Factor audition hjá Lucy Spraggan í ensku versiónini av væl umtóktu sendingini, og í amerikansku versiónini er tað serliga ein framførðsla hjá Jillian Jensen, sum var awesome.


Hvør bók liggur á náttborðinum?

Tað liggur ongin bók á náttborðinum í løtuni, men seinasta bókin eg las, var TB bókin.