Týskland hevur staðið seg væl í HM-endaspælinum á heimavøllin seinastu vikurnar. Liðið hevur spælt álopssinnað, hevur gjørt nógv mál og er komið langt í kappingini.
Men í gjárkvøldið brast tann stóri dreymurin um at spæla eina HM-finalu á heimavølli.
Týskland spæli hálvfinalu ímóti Italia, og tann tætti og í longum løtum keðiligi dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn tað restaðu tveir minuttir av umdystinum.
Einki mál kom í vanligu leiktíðini, og í umdystinum hevði Italia tvey skot á stongina, men inn vildi bólturin ikki.
Tá ið 119 minuttir vóru spældir, og øll vóru farin at fyrireika seg til brotssparksskapping, sló Italia til. Fyrst smekkaði bakkurin Grosso til eftir hornaspark, og so var Alessandro Del Piero ísakaldur, tá ið hann varð spældur leysur. 2-0 til Italia eftir lítlari løtu, og so var Italia í finaluni og Týskland úti av kappingini.
Errin av sínum spælarum
Týski landsliðsvenjarin Jurgen Klinsmann royndi eftir tapið at troysta sínar vónbrotnu spælarar, men bæði teir og áskoðararnir lótu tár falla.
- Vit eru sera vónbrotnir av tapinum, men vit kunnu ynskja liðnum tillukku við einari flottari kapping. Vit hava eitt ungt lið, og spælararnir vístu ein ótrúligan vilja og moral. Teir gjørdi tjóðina stolta, sigur Jurgen Klinsmann.
Nú verður nógv tosað um, hvørt Klinsmann fer at halda fram sum landsliðsvenjari hjá Týsklandi. Eftir misjavnar fyrireikingar til endaspælið, hevur Týskland staðið seg sera væl í endaspælinum.
- Eg vóni, at Klinsmann heldur fram í starvinum. Hann hevur eitt ungt lið, sum hann hevur skipað eftir sínum høvdi. Ungu spælararnir líta á hann, og tað hevði verið stórt spell, um vit missa hann, sigur Franz Beckenbauer, sum hevur eitt orð at siga í týskum fótbólti.
Rætta liðið vann
Italiumenn vóru í sjeynda himli eftir sigurin á Týsklandi í gjárkvøldið, og tað var uppiborið, at Italia vann dystin, tí liðið átti munin í tætta dystinum.
- Tað er fantastiskt at verða við í einum slíkum dysti. At vinna á Týsklandi í teirra egna húsi ja, eg kann ikki seta orð á tað, segði Alessandro Del Piero, sum gjørdi annað málið hjá italumonnum.
- Eg havi fingið nógvar krittikk seinastu tíðina, men eg haldi, at eg í dag vísti, at eg vil líka so gjarna vinna HM sum allir hinir spælararnir.
Landsliðvenjarin hjá Italia helt eftir dystin, at rætti vinnarin var funnin.
- Hetta er ein dreymur, sum gongur út, og tað hevur verið leingi at bíða. Um nakar hevði uppiborið at vinna hendan dystin, so vóru tað vit. Vit høvdu takið, og hóast vit vóru troyttir móti endanum, tordu vit at satsa fyri at vinna, segði Marcello Lippi.