Tórfinn Smith 55 ár

Í gjár fylti Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn, 55 ár.

Tórfinn hevur sítt dagliga yrki á marknaðardeildini hjá Dimmalætting.

 

Í gjár fylti Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn, 55 ár.

Tórfinn hevur sítt dagliga yrki á marknaðardeildini hjá Dimmalætting.

Hann hevur drúgvar royndir innan blaðyrkið, hóast hann byrjaði sum veðurmaður og seinni starvaðist sum postmaður, so gjørdist hann ungur ? einans 22 ára gamal ? blaðstjóri á Sosialinum. Hetta var í november í 1968, tá Villi Sørensen og Jákup Lindenskov, sum í felag røktu blaðstjórastarvið, gjørdust landsstýrismenn, tá Petur Mohr Dam doyði.

Tórfinn Smith er sonur Charles og Petru Smith. Hon úr Havn og hann úr Vági. Tórfinn er mest kendur sum blaðmaður, men í 1984 varð hann valdur í Tórshavnar býráð, umboðandi Javnaðarflokkin.

Tey fyrstu árini sat hann í andstøðu, og var atfinningarsama rødd hansara ofta at hoyra, tá Fólkaflokkurin og Poul Michelsen ráddu fyri borgum í Havn.

Við undantaki av tveimum árum, so hevur Tórfinn sitið í Tórshavnar býráð síðani 1984. Tvey tey seinastu valskeiðini hevur hann sitið í samgongu, og hevur hann verið formaður í býráðsins havnarnevnd, nú aftur stórar útbyggingar eru farnar fram.

Fyri eini 5-6 árum síðani gavst Tórfinn Smith sum blaðmaður og fór í starv hjá Starvsmannafelagnum, har hann m. a. legði til rættis limablaðið hjá Starvsmannafelagnum og skipaði fyri skeiðum fyri limir felagsins. Seinastu tvey árini hevur Tórfinn Smith starvast á Dimmalætting.