Tórfinn kostaði okkum dýrt

Elin Lindenskov er sannførd um, at hon varð revsað av veljarunum í samband við innanhýsis stríðið millum seg og Tórfinn Smith í Javnaðarflokkinum. -Høvdu vit verið stríðið fyriuttan høvdu vit havt góðar møguleikar at fingið trý umboð í býráðið, sigur hon

?Hann hevur gjørt eitt ótrúligt arbeiði fyri Javnaðarflokkin gjøgnum tíðina, men eg haldi tað ber væl til at siga, at Tórfinn kostaði okkum dýrt á valinum hesaferð. Høvdu vit verið stríðið fyriuttan høvdu vit havt góðar møguleikar at fingið trý umboð í býráðið, og tað hevði eisini betra munandi um møguleikarnir at koma í meirilutan
Elin Lindenskov hevur framvegis ikki lagt stríðið millum seg og fyrrverandi partamannin í Tórshavnar býráð, Tórfinn Smith, aftur um seg. Elin fekk persónliga lakasta býráðsvalið síðan 1992. Á býráðsvalinum hesaferð fekk hon 238 atkvøður, og tað er ein afturgongd á slakar 150 atkvøður sammett við valið í 2000.
?Eg haldi fyrst og fremst, at eg eri revsað fyri stríðið, sum hevur verið millum meg og Tórfinn, men eg kann so fegnast um, at eg gjørdist sigursharrin okkara millum á valinum hesaferð. Sjálvandi hevur tað eisini spælt ein leiklut, at Javnaðarflokkurin hesaferð hevur havt ein sterkan lista við nógvum kvinnuligum valevnum, sum eisini hevur havt við sær, at eg misti nakrar atkvøður, sigur Elin Lindenskov.

Sum ein kvinna
Elin Lindenskov hevur verið ein av oddakvinnunum í stríðnum at fáa kvinnur at gerast virknari í føroyskum politikki, og hon fegnast, sum verða man, um mongu kvinnurnar, sum vórðu valdar í Tórshavnar býráð hesaferð.
?Eg eri ótrúliga glað, at Javnaðarflokkurin hevur fingið tvey kvinnulig umboð í býráðið. Av fimm teimum fremstu valevnunum hjá okkum vóru hesaferð fýra kvinnur, og tað kennist ómetaliga væl. At fleiri kvinnur eru valdar á hinum listunum er eisini gott, tí endiliga eru vit við at nærkast javnstøðu í Tórshavnar býráð, sigur hon
Spurd um vit kunnu vænta ein Javnaðarflokk, sum fer at standa saman í Tórshavnar býráð komandi árini, svarar Elin brosandi, at flokkurin fer at standa saman sum ein kvinna.

Mynd:
?Eg haldi fyrst og fremst, at eg eri revsað fyri stríðið, sum hevur verið millum meg og Tórfinn, men eg kann so fegnast um, at eg gjørdist sigursharrin okkara millum á valinum hesaferð
Mynd: Jens Kr. Vang