Tórført at arbeiða upp á hendan mátan

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at í veruleikanum hava vit eini fýra ella fimm vinnumálaráð í Landsstýrinum og tað ger tað tvørligt at arbeiða

Í veruleikanum hava vit fleiri vinnumálaráð í Føroyum.

Tað staðfesti Johan Dahl, sum formliga er landsstýrismaður í vinnumálum tá ið løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hann staðfesti, at umframt vinnumálaráðið sjálvt, eru tað fleiri onnur aðalráð, sum eisini fáast við vinnumál og hann helt, at hetta ger, at tað er ov lítil samanhangur í samlaða vinnupolitikinum.

Hann brúkti nýggju avgjøldini á alivinnuna sum dømi, tí hann helt, at vit eiga ikki at leggja politikk til rættis eftir ávísum vinnum, men fyri vinnuna sum heild.

- Tað er ótrúliga óheppið, at við hava eina ferðavinnu, sum verður umsitin í uttanríkisráðnum og at vit hava eina fiskivinnu, sum verður umsitin í fiskimálaráðnum. Samstundis hava vit eina apoteksverk, sum skal verða vinnuligt, men tað liggur undir heilsumálaráðnu. Og so hava vit eina rúgvu av øðrum vinnugreinum, sum liggja undir vinnumálaráðnum.

- Tað er ómetaliga tórført at føra vinnupolitikk undir eini slíkari skipan, spurdi hann, tí eru landsstýrisfólkini ikki samd, ber ikki til at stinga ein samlaðan politikk út í kortið, staðfesti Johan Dahl.

Tað vóru fleiri landssýrisfólk og tingfólk, sum vóru púra samd við Johan Dahl, men sum tað sæst í hinari greinini, er kanska vón fyri stavn.

Les eisini greinina: Skulu bara hava seks fólk í landssstýrinum