Tórbjørn verður landsstýrismaður

Aðalstjórnin hjá tjóðveldisflokkinum skuldi seinnapartin í gjár innstilla til valdu politikararnar, at Tórbjørn Jacobsen skal í landsstýrissessin, sum Høgni Hoydal hevur røkt, síðani Signar á Brúnni tók seg aftur

John Johannessen


Tíðliga í komandi viku fer Anfinn Kallsberg, løgmaður, at útnevna Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum til nýggjan landsstýrismann í undirvísingar? og mentamálum. Løgmaður fer at gera hetta, eftir at tjóðveldisflokkurin innanhýsis er vorðin samdur um, at Tórbjørn skal koma í sessin, sum Høgni Hoydal hevur hildið heitan, síðani Signar á Brúnni 27. mars bað løgmann um at loysa seg úr landsstýrissessinum.

Aðalstjórnarumboðini í tjóðveldisflokkinum ? tað vil siga politiskt valdu umboðini, floksstjórnin og eitt umboð fyri hvørt valdømið ? vóru stevnd til fundar í Havnini seinnapartin í gjár. Í fundarboðunum var upplýst, at einasta málið á dagsskránni var nýggi landsstýrismaðurin, og at Tórbjørn Jacobsen var í uppskoti.

Formliga er tað løgmaður, sum útnevnir landsstýrismannin, men tá talan er um fleirflokka samgongur, er tað vanligt, at stjórnarleiðarin lurtar eftir innstillingunum, sum samgonguflokkarnir koma við.

Tingmanningin hjá tjóðveldisflokkinum er partur av parlamentariska grundarlagnum undir landsstýrinum, og tí er tað nátúrligt, at tað vera teir, sum umvegis formannin í flokkinum, Høgna Hoydal, fara at heita á løgmann um at útnevna Tórbjørn Jacobsen til nýggjan landsstýrismann. Formliga mannagongdin er eisini, at hetta verður gjørt, eftir at aðalstjórnin hevur heitt á politisku umboðini at syrgja fyri hesum. Tað var hetta, sum skuldi gerast seinnapartin í gjár.


Tiga

Tórbjørn Jacobsen vildi fyrrapartin í gjár ikki gera nakrar viðmerkingar til, at hann í komandi viku verður útnevndur til landsstýrismann:

? Sum so mong onnur havi eg hoyrt, at tað hevur verið arbeitt við at finna ein avloysara, sum skal taka sessin eftir Høgna Hoydal, og eg havi hoyrt, at fundur skal vera seinnapartin í dag. Men eg eri ikki valdur politikari, heldur ikki limur í floksstjórnini ella umboð fyri nakað valdømi. Tí havi eg einki at gera á fundinum, segði Tórbjørn Jacobsen á middegi í gjár. Hann ásannaði, at hann hevur frætt, at hann hevur verið eitt av fleiri evnum til landsstýrissessin, men so vildi hann ikki siga meiri.

Høgni Hoydal var tíðindamaður í sjónvarpinum, inntil hann fyri góðum tveimum árum síðani fór upp í politikk. Í sínum virki sum tíðindamaður var hann ein ágangandi politiskur reportari. Millum annað metti hann tað vera týdningarmikið, at føroyingar vóru beinleiðis kunnaðir um, hvussu tað gekk, tá teir á landsfundi hjá sambandsflokinum stríddust við at koppa Edmundi Joensen sum floksformanni.

Tvey ár er eitt langt tíðarskeið, og tað er sjálvsagt øðrvísi at vera tíðindamaður og so at vera floksformaður og landsstýrismaður. Fyrrapartin í gjár hevði Høgni Hoydal ikki hug at gera nakra viðmerking til almenningin um tann veruleikan, at Tórbjørn Jacobsen skal vera landsstýrismaður í undirvísingar? og mentanarmálum.


Royndirnar

Tórbjørn Jacobsen fyllir 45 ár 7. oktober. Hann er skipsførari, og hann hevur tey seinastu tjúgu árini verið skipari á skipum, sum hann hevur átt saman við pápa sínum. Teir hava fyri tað mesta siglt í Grønlandi.

Tórbjørn var fyrstu ferð á tjóðveldislistanum í Eysturoy í 1984, tá hann gjørdi nógv við valstríðið og fekk góða undirtøku. Í 1988 var hann aftur uppstillaður, men ta ferðina var hann burturi, og tað sást aftur á undirtøkuni. Á valinum 30. apríl í 1998 fekk hann næstflestar atkvøður á tjóðveldislistanum í Eysturoy. Tá Signar á Brúnni fór í landsstýrið, kom Tórbjørn á ting, og har sat hann, inntil Signar á Brúnni fór úr landsstýrissessinum og aftur í løgtingið. Tað var 27. mars í ár.

Síðani tá hevur Høgni Hoydal verið landsstýrismaður í undirvísingar? og mentamálum. Í komandi viku fer hann úr tí sessinum, og á fundi seinnapartin í gjár skuldu tjóðveldisfólk innstilla Tórbjørn Jacobsen til henda sessin.