Tórbjørn Jacobsen gevur í viðmerkingum til drúgvan og útgreiðnaðan skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í fiskivinnumálum pressuni vánaligt skoðsmál Politiska viðgerðin av fiskivinnusáttmálanum við Noreg, sum embætisfólk í Fiskimálaráðnum undirskrivaðu í Keypmannahavn 3. februar, er ikki liðug, hóast løgmaður í Degi og viku í gjárkvøldið segði, at hann hevur fult álit á landsstýrismanninum, og at hann metir sáttmálan vera ógvuliga góðan fyri Føroyar.
Tórbjørn Jacobsen, sum er eykalimur fyri Høgna Hoydal í uttanlandsnevndini, var við til at gera einmældu tilráðingina, áðrenn farið varð at samráðast við norðmenn.
Nú hevur Tórbjørn Jacobsen sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um samráðingaruppleggið, gongdina og úrslitið. Fyrispurningurin er settur saman av átjan spurningum, og í drúgvum viðmerkingunum gevur tjóðveldistingmaðurin pressuni eina skortflongju:
Føroyskir fjølmiðlar eru eitt studium verdir. Undirbrotligheitin mótvegis makthavarunum er markleys. Eftir at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur mist á stokkinum í samráðing ímillum Noreg og Føroyar um sínámillum veiðirættindi fyri 2009, serliga viðvíkjandi eini nýásettari makrelkvotu, skrivar Sosialurin í kvøld (04.02.09): ?Vestergaard skeldar norðmenn.? Í øðrum londum hevði høvuðsbordin á forsíðuni ljóðað: ?Fiskaríministarin søplaði hundraðtals milliónir burtur í fiskiveiðisamráðingum.?,ella ?Landsstýrismaður fremur landsskaðiligt virksemi.?
Tað er tann viðvenda verð, vit liva í. Sjálvt høvuðsvinnan verður ikki viðgjørd í øðrum enn mikrofonhaldarahøpi. Hendan støðan stendur bara við og versnar til miklan skaða fyri samfelagið og tess framtíð.