Tórbjørn spyr um politisk fiskiloyvi

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vil hava løgmann at svara uppá, hvussu tað ber til, at fiskiloyvi skulu fyri á politiskum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin brúkaranum. Løgtingsmaðurin heldur ikki, at hetta er í tráð við andan í stýrisskipanarlógini. Løgmaður sigur, at talan er um kunning og ikki um at útflýggja nøkur loyvi

Fiskiloyvi skulu fyri á politiskum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin til brúks. Tað stendur í áseting hjá løgmanni, sum sæst á heimasíðuni hjá landsstýrinum.
Hetta er beint í móti andanum í stýrisskipanarlógini, sum er, at gangast skal burtur frá kollektivum avgerðum, og at málini skulu leggjast út til hvønn landsstýrismann og aðalstýri sær at avgreiða, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sum vil hava løgmann at svara sær uppá, hvussu hetta skal skiljast, og hví hendan ásetingin er komin.
Tórbjørn Jacobsen hevur sett Jóannesi Eidesgaard spurningin munliga, og løgmaður skuldi svara í tinginum seinnapartin mikudagin.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta er at taka málsviðgerð frá umsitingini, og kann leiða til tann tanka, at nú skal politiski myndugleikin gera av, hvør skal sleppa at fiska undir Føroyum. Tá er eisini skjótt til tann ræðandi tanka, at tað ræður um at hava rættan politiskan lit fyri at sleppa á flot.
?Vit minnast øll jammurin, sum varð av Jógvan S málinum har meira enn einaferð varð lagt upp til, at tað fiskiloyvið varð givið av politiskum grundum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tá sat Folkaflokkurin á fiskivinnumálunum. Í dag er tað Sambandsflokkurin, sum umsitir hesi mál, men Fólkaflokkurin er framvegis í samgonguni. Eg spæli mær við tankan, hóast tað ikki kann prógvast, at møguleiki er fyri, at Fólkaflokkurin eisini stendur aftan fyri hesa ásetingina um at fáa fiskiloyvini á landsstýrisborð, soleiðis at teir kunnu gera sína ávirkan galdandi har. Tað kann vera, at hetta er ein treyt fyri at skipa samgongu? Hvør veit? spyr løgtignsmaðurin.
Tórbjørn Jacobsen vil eisini hava at vita frá løgmanni, hvussu hendan viðgerð skal fara fram. Hvør skal ábyrgdast, um ikki alt fer rætt fram? spyr hann.
Hava teir brent seg so illa av Jógvani S, at teir vilja gardera seg við at gera avgreiðsluna kollektiva, so eingin veit, hvørjum farast skal eftir, um okkurt óregluligt fer fram?
?Tað eru ógvuliga nógvir spurnignar í hesum málinum, sum eg haldi vera rættilgia prinsipiellar og fegin vil hava svaraðar, sigur tjoðveldistingmaðurin.
Tað er ikki tí, at hann hevur hoyrt um nakað ávíst fiskiloyvi, sum latið er, síðan hendan ásetingin varð gjørd, sigur Tórbjørn Jacobsen. Men prinsippið í hesum metir hann kunna undirgrava stýrisskipanarlógina, sum júst ásetur tað øvugta. Nevniliga at leggja avgreiðsluna út á avvarðandi umsiting.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur við Sosalin, at her má okkurt vera misskilt, um løgtingsmaðurin heldur, at hendan ásetingin merkir, at fiskiloyvini skulu adresserast á landsstýrisfundi. Tí tað er ikki ætlanin við ásetingini.
?Tað, sum hetta snýr seg um, er at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum kunnar landsstýrið um tey loyvi, ætlanin er at geva, sigur løgmaður. Á sama hátt, sum hildið varð, at tað var rætt at boða landsstýrinum frá, hvørjar nevndir og ráð, ið setast skuldu, heldur løgmaður, at tað er rætt at landsstýrið fær at vita, hvørji fiskiloyvi eru ávegis, sigur løgmaður, sum metir fiskiloyvini at vera rættiliga prinsipiell.
Spurdur, um tað eru fingramerkini hjá Fólkaflokkinum, sum enn standa á fiskiloyvunum, soleiðis sum Tórbjørn Jacobsen ímyndar sær, svarar Jóannes Eidesgaard, at tað er tað avgjørt ikki.
?Hetta havi eg sum løgmaður einsamallur ásett, sigur hann.