Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, heldur, at Tórbjørn Jacobsen í samrøðuni við Sosialin í dag roynir at venda málinum ímóti sær.
?Málið snýr seg ikki longur um støðuna hjá mær í málinum um skrásett parlag. Málið snýr seg nú um eitt óndsinnað persónálop á mín persón, og tað Tórbjørn Jacobsen førir fram er bert ein roynd at snara málinum, ið hevur sett Tjóðveldisflokkin í ringt ljós, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum vísir á, at Tórbjørn Jacobsen sum fyrrverandi næstformaður hevur havt allar møguleikar fyri at siga sína hugsan um skrásett parlag á røttum stað, men kortini fer hann út í fjølmiðlarnar.
?Tað er eingin umbering fyri grovu álopini, at eg ikki hava lurtað eftir tinglimum, tí málið snýr seg ikki um tað longur. Tað, sum hann hevur skrivað hoyrir snøgt sagt ikki heima nakrastaðni, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum
Roynt
Tórbjørn heldur ikki, at Høgni hevur verið serliga semjusøkjandi í málinum. Høgni Hoydal vísir á, at hann áhaldandi hevur roynt at fingið fatur á Tórbjørn Jacobsen, men uttan úrslit, og orsøkin til, at hann fór í fjølmiðlarnar var, at hann tímdi ikki áhaldandi at spæla krógva og blunda, sum hann málber seg.
Høgni Hoydal heldur fast um, at ein uppgerð er neyðug í flokkinum, og hann er sinnaður at hittast andlit til andlits í málinum, men hann veit ikki, hvat endaliga úrslitið verður av uppgerðini.
-Mín støða er framvegis hon, at eg hvørki havi álit á honum ella kann samstarva við hann, sigur Høgni Hoydal.