Tórbjørn og sannleikin

Svar til ófantaligheitir og persónliga útspilling hjá Tórbjørn Jacobsen

John Johannessen,
Løgtingsmaður

Tað er ein sannroynd, at Tórbjørn Jacobsen ikki tolir politiska mótstøðu, uttan at taka til skitin vápn, sum hann gjørdi í tinginum hósdagin.

Í bløðunum heldur Tórbjørn Jacobsen fram við ljótari persónligari útspilling av mær.

Mítt ikast til hetta skitna kjak er, at fólk kunnu fara inn á heimasíðuna hjá løgtinginum (www.logting.fo) og lurta eftir orðaskiftinum við 2. viðgerð av tingmáli 112/2005 um miðnámsskúla í Marknagilgi, so hoyra tit sjálvi hvussu leikur fórst.

Umframt hetta kunnu fólk leita fram tær óteljandi greinarnar hjá Tórbjørn Jacobsen við ljótum persónsálopum móti ymiskum persónum.

Hetta skuldið verið nóg mikið til at mett um sannleiksvirðið hjá Tórbjørn Jacobsen.