Tórbjørn Jacobsen neyvan 17. maður leingi aftrat

Fer helst at biðja næstuvaldu í Eysturoynni, Hallbjørg Hansen, taka sæti á tingi fyri seg, tá arbeiðið á fólkatingi verður uppafturtikið í oktober

Politikkur

Hóast løgtingið ikki er saman í løtuni, og heldur ikki fólkatingið, so bendir alt á, at bæði hesi háttvirdu ting um ikki so langa tíð fara at hava úr at gera. Ein teirra, sum merkir hetta, er tingmaður og fólkatingsmaður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen. Fólkatingið er í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr enn fyrst í oktober. Tá verða helst boð eftir føroysku fólkatingsumboðunum. Um somu tíð verða helst eisini boð eftir øllum tingfólkunum at arbeiða við fíggjarlógini og øðrum málum á tingi.

Eftir øllum at døma fer 17. maðurin hjá samgonguni ikki at verða Torbjørn Jacobsen til ta tíð. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at tað fer vanligt, at føroysku fólkatingsmenninir, um nógv arbeiði er bæði á tingi og á fólkatingi, lata eykafólkini koma á ting. Hetta er eisini nakað, sum Torbjørn Jacobsen umhugsar í løtuni. ?Tá tað krevst, at eykamaðurin kemur inn, so verður tað gjørt sigur hann og vísir til, at tað verður so fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, sum tá kemur á ting fyri fyrstu ferð.

Uppá fyrispurning um tað ikki er eitt ynski frá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum eisini, at hann letur tingsessin til næstvalda í Eysturoynni fyri at skapa frið í samgonguni eftir tað nógva rumbuli í seinastuni sigur Torbjørn Jacobsen, at tað verður bara hann sjálvur, sum fer at gera av, nær eykamaðurin kemur inn. ?Tað er fult og heilt mín avgerð, um og tá tað hendir. Tingfólk eru jú suveren, so tað er teirra fulli rættur sjálvi at gera hetta av sigur hann.

Tingmaðurin, sum herfyri gjørdi ein ordans vørr í samgongunmi og var um at forkoma henni, ger púra greitt, at hann ætlar framhaldandi at brúka sín rætt til at luttaka í almenna orðaskiftinum í fjølmiðlunum og á tingi, soleingi hann hevur sæti har. Hann vísir avgjørdur aftur, letur hann tingsessin til næstvalda, at hetta tá er fyri at skapa ró aftur í samgongu. ?Sum fólkatingsmaður fyri ein av samgonguflokkunum hevur tú sjálvandi eisini ein leiklut, men eg fari at so at siga mína meining, tá tað er neyðugt. Og okkurt kundi bent á, at tingmaðurin heldur hetta vera neyðugt longu nú tosað verður um at snikka eina nýggja fíggjarlóg til. Torbjørn Jacobsen er annars eitt sindur í iva um, hvussu verður við fíggjarlógini. Hann ber ótta fyri, at ansa vit ikki eftir nú ikki at spenna bogan ov nógv, so verður galin endi og vit enda aftur í somu støðu sum í 80-unum. Tingmaðurin boðar frá, at hann ætlar sær í aftur bløðini í næstum: tá er evnið heldur einki minni enn fíggjarlógin. Sosialurin skilur annars, at tað kunnu koma nógvir brotasjógvar í sambandi við verandi fíggjarlógarviðgerð. Landsstýrisfólkini hava annars veirð saman á Viðareiði fyri at leggja fyrstu lunnarnar undir fíggjarlógaruppskotið.