Tórbjørn Jacobsen má halda uppat at grenja

Tað er ikki virðiligt, at hann leikar so í á Fólkatingi, heldur danskur Fólkatingsmaður

Tórbjørn Jacobsen skuldi hildið upp at at grenja og heldur spælt við í vinadystinum.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá Søren Espersen, fólkatingsmanni fyri Dansk Folkeparti, á føroyska fólkatingsmannin nú í morgun.

 

Tórbøjn Jacobsen helt eina røðu á Fólkatingi fyrr í vikuni, ið summir tinglimir kallaðu eldhugaða, men sum Søren Espersen kallaði óforskammaða.

 

Hann staðfestir, at tað reingist ikki, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi. Og hann ger eisini greitt, at hann er heitur talsmaður fyri ríkisfelagskapinum.

 

Hann viðurkennur kortini, at Tórbjørn Jacobsen vil tað øðrvísi.

 

Og Søren Espersen er sannførdur um, at verður fólkaatkvøða í Føroyum um ríkisfelagsskapin, og meirilutin atkvøðir fyri loysing, hevði ein stórur meiriluti av Fólkatinginum gingið føroyska ynskinum á møti.

 

– Tí skal kjakið um loysing takast í Føroyum, og tað er uppgávan hjá Tórbirni Jacobsen, sigur Søren Espersen.

 

– Men tað er aldrin í lívinum virðiligt fyri Tórbjørn Jacobsen at stilla seg á røðarapallin á Fólkatingi at deila og skelda ímóti Danmark

 

– Tað er ikki soleiðis, at spurningar ímillum Føroyar og Danmark skulu loysast, tí vit hava skyldu til at vísa virðiligan atburð ímóti hvørjum øðrum.

 

So áheitanin frá danska fólkatingsmanninum ljóðar soleiðis: Stop al denne Tórbjørnske jamren, og se i stedet at komme ind i venskabs-kampen!

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Sørensen Espersen heldur um støðuna.