Floksósemja
Tórbjørn Jacobsen fer ikki góðvilliga úr tjóðveldisflokkinum.
Tað ger hann púra greitt.
Hann metir, at hann framvegis hevur líka nógv at arbeiða fyri í tjóðveldisflokkinum, sum hann altíð hevur havt og tí fer hann ikki at siga seg úr flokkinum.
? Men verðið er koyrdur úr flokkinum, er tað ikki nógv, eg kann gera við tað, leggur hann afturat
Hann vónar kortini ikki at so er.
Hann góðtekur ikki, at semjan, sum varð gjørd hóskøldið verður tulkað sum ein treytaleys umbering og at hann tekur alt í seg aftur.
Tað gjørdi hann vart við í Rás 2 seinnapartin fríggjadagin og í Dimmalætting leygardagin.
Men í Dimmalætting verður hann eisini endurgivin fyri at draga ósemjuna ímillum Team 85 og tjóðveldisflokkin upp í málið.
? Tórbjørn Jacobsen sigur í lesarabrævi aðrastaðni í baðnum í dag, at tað er ein misskiljing.
Hann uppfataði hendan partin av samrøðuni við Dimmalætting sum túnatos, sum als ikki skuldi í blaðið.
Og í dag biðjur hann Høgna Hoydal um treytaleysa umbering fyri tann partin í greinini í Dimmalætting leygardagin, sum hevur við Team 85 at gera.
? Sostatt vóni eg, at semjan, sum vit gjørdu hóskvøldið, kann standa við, so at vit koma burturúr hesum, sigur Tórbjørn Jacobsen sum ikki ætlar sær at gera fleiri viðmerkingar til støðuna