Atburðurin hjá Tórbjørn Jacobsen í tinginum fríggjadagin er eitt álvarsamt mál.
Hetta staðfestir løgmaður, sum í løtuni unhugsar, um framferðir hjá landsstýrismanninum skal fáa avleiðingar fyri landsstýrissessin.
Tórbjørn Jacobsen leyp framav undir triðju viðgerðini av uppskotinum um kringvarpslóg, sum hann sjálvur eigur. Tað, sum hendi var, at mentanarnevndin í áltini sínum til málið mælti til, at uppskotið varð tikið aftur. Støðuna hevði nevndin millum annað tikið út frá einum tilmæli frá Landsgrannskoðaranum.
Hetta toldi Tórbjørn Jacobsen ikki. Hann fór upp á tingsins røðarapall og kallaði álitið hjá mentanarnevndini fyri eina kókaða hønu og Landsgranskoðaran fyri »ein gemenan bókhaldara«, áðrenn hann tók uppskotið aftur.
Arbeiddu við misáliti
Framferðin hjá Tórbjørn Jacobsen fekk øði í tingfólk. Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum fór beinan vegin at arbeiða við at leggja fram misálit móti landsstýrismanninum.
Tingformaðurin hevði um hetta mundið slitið fundin, og skuldi Hendrik Old nýta steðgin áðrenn næsta tingfund til at orða misálitið. Men tingfundur varð settur aftur beinan vegin, og eydnaðist tað tí ikki at orða uppskotið.
Hevði misálitsuppskotið komið fyri tingið, var eingin ivi um, at landsstýrismaðurin hevði rokið. Andstøðan ætlaði sær at atkvøða fyri, øll sum hon var, eins og samgongulimir eisini ætlaðu sær at atkvøða fyri.
Í Tjóðveldisflokkinum vóru fólk í øðini inn á Tórbjørn Jacobsen, tí setningurin um kókaðu hønuna varð fataður sum persónligt álop á ein av tingmonnum floksins.
Tí ætlaðu bæði Finnbogi Ísakson, Signar á Brúnni og møguliga eisini Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum sær at atkvøða fyri einum misáliti. Í Fólkaflokkinumn vóru Rúna Sivertsen og Jógvan á Lakjuni fyri at leggja misálit á landsstýrismannin.
Skal kannast
Løgmaður heldur tað vera sera álvarsamt, at landsstýrismaðurin bert varð bjargaður, tí menn ikki fingu stundir at skriva uppskotið um misálit.
Tí er løgmaður farin at kanna nærri, hvat hendi í tinginum fríggjadagin.
? Eg fari at hyggja upp á málið og meta um tað. Men eg skal ikki siga í dag, um maðurin fær sekkin, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, væntar at hava tikið støðu í málinum eina av fyrstu døgunum.
Í november í fjør mundi Tórbjørn Jacobsen eisini mist landsstýrissessin, tá hann kallaði løgmann ein danskan leigusvein, sum hevur fleiri lík í lastini.