Tóra og Aleksandur eru best

Leygardagin 17 mars 2018 var skipað fyri FM-kappingum í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági. Børnini skutu á 15 metra frástøðu fyrrapart og vaksin á 18 metra frástøðu seinnapart. Hetta var samstundis seinasta innandura kapping í vetur.

 

Føroyameistarirnir á 15 metra frástøðu í compound gjørdist Aleksandur Leitisstein og í recurve gjørdist Tóra Dinna Reynskor

 

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot) hevur staðið seg væl í øllum kappingunum í vár og legði eisini støðið beinanvegin í innleiðandi umfarinum, tá hon fekk 509 stig. Baldur Unason (Vágaskot), sum hevur verið í hølunum á henni alt árið, var eisini beint aftanfyri hana leygardagin, hann fekk 507 stig.

 

Harry Mikkelsen (Ørvur), Rókur Unason (Vágaskot), Fríði Thorsteinsson (Tambar), Anna Zachariasen Storr (Tambar), Johannes av Rana (Tambar) og Eigil Oddmarson (Vágaskot) vóru nakað aftan fyri tey bæði. Rókur Unason og Anna Zachariasen Storr luttóku fyri fyrstu ferð.

 

Tóra Dinna Reynskor og Baldur Unason vunnu eisini sínar kvartfinalur. Harry Mikkelsen og Fríði Thorsteinsson vunnu sær eisini pláss í semifinaluni.

 

Teir báðir fingu tó ikki gjørt nakað við favorittarnar báðar í semifinaluni, og møttust tí í bronsufinaluni. Har eydnaðist tá Fríða Thorsteinsson at vinna 6-0 móti Harry Mikkelsen. Hann vann seg tí upp frá einum fimta plássi í innleiðandi umfarinum upp á eitt triðja pláss.

 

Í finaluni var Tóra Dinna Reynskor ósvitaliga trygg og vann 6-0 á Balduri Unason.

 

Í compound kappingini vóru einans tríggir luttakarar, allur úr Ørvi. Aleksandur Leitisstein fekk 569 stig í innleiðandi umfarinum, Samuel Petersen fekk 541 og Hans Jákup Højgaard fekk 539. Í semifinaluni møttust tí Samuel Petersen og Hans Jákup Højgaard. Vinnarin fekk eitt pláss í finaluni, meðan taparin fekk bronsuheiðursmerki. Har gjørdi Hans Jákup bart og basti Samuel Petersen 137 – 136.

 

Í finaluni var Aleksandur tó stinnari, vann 141 – 139 og gjørdist føroyameistari.