Tá NSÍ og AB spældu fyrra landskappingadystin sínamillum í Runavík tann 24. mai, var AB-málverjin, Heðin Stenberg, so óheppin í einum samanstoyti, at knæskelin fór úr lið. Hann var borin av vølli og beinanvegin koyrdur suður á Landssjúkrahúsið, og greitt var, at her stóð ein longri steðgur fyri framman.
Beint frammanundan hevði NSÍ gjørt sáttmála við Tórð Thomsen, ið hevði vart NSÍ-málið alt kappingarárið 2008, og tað skuldi vísa seg at gerast loysnin hjá AB, ið ikki hevði nakran skikkaðan eykamálverja í hópinum. Ein leiguavtala var gjørd, og fyribils skuldi Tórður verja málið hjá AB fram til summarsteðgin. Seinni er so avtalan víðkað til at fevna um restina av kappingarárinum.
Øgiliga løgið
Leygardagin stóð Tórður so yvir fyri sínum gomlu liðfeløgum, tá NSÍ vitjaði á Argjum:
– Tað er øgiliga løgið at spæla ímóti sínum gomlu liðfeløgum, tí eg eri vanur at spæla við teimum, men spæli nú ímóti teimum, sigur hann um dystin, sum endaði við sigri til AB.
– Eg fái meg ikki til at vera óður við teir, sjálvt um tað kann henda bæði eitt og annað undir dystinum. Eg eri jú góður vinur við teir allar og síggi teir hvønn dag, so tá tingini henda, taki eg tað heldur við einum smíli, enn at grísla eftir teimum.
Tórður Thomsen, sum eisini var útleigaður frá NSÍ til AB ein dyst í 2007, sigur seg stórtrívist á Argjum, hóast tað slett ikki lá í kortunum, at tað var her, hann skuldi spæla fótbólt hetta kappingarárið.
– Tað hevur verið eitt sindur hultur um bultur, tí fyrst skuldi eg spæla eina staðni, síðani eina aðra staðni, og at enda gjørdi eg sáttmála við NSÍ, sum síðani leigaði meg út til AB. At eg skuldi enda á Argjum í ár, var í øllum førum ikki tað, eg hevði væntað.
– Men eg havi tað gott her, og fólkini eru fantastisk. Spælararnir eru góðir og stríðast væl, og mær dámar væl her. Hetta er eitt rættiliga væl blandað lið við tveimum sumbingum, einum havnarmanni, tveimum danskarum, einum norðmanni og so Blé og Tehe.
Vil bjarga AB
Síðani Tórður kom út á Argir síðst í mai mánaði, hevur liðið vunnið tríggjar landskappingardystir og spælt ein javnan, umframt at tað hevur tapt fýra dystir í landskappingini og ein í steypakappingini. Men síðstu tveir dystirnar hevur AB vunnið á greipuvinnarunum í fjør, EB/Streymi, og á føroyameistarunum í fyrraárið, NSÍ.
– Vit vunnu ikki í seks landskappingardystum á rað, og vit eru heldur ikki eitt lið, ið skapar 500 kjansir í hvørjum dysti. Men vit skapa nakrar stórar, sum ikki fóru inn í teimum dystunum, sum vit taptu, men sum nú fara inn, so vit vinna, sigur 23 ár gamli málverjin.
– Nú hava vit eisini fingið Stig-Roar Søbstad á liðið, og hann er øgiliga raskur, umframt at Nikolaj Eriksen eisini er komin við aftur eftir skaða og ger tað gott. Persónliga stíli eg ikki eftir at gerast nummar fimm ella nummar átta, men vil bara vera við til at bjarga liðnum frá at fara niður. Tað var tað, vit avtalaðu, tá eg kom til AB, og haldi eg meg til.
MYNDATEKSTUR:
Tórður Thomsen, sum her dystast við sínar gomlu liðfelagar í NSÍ, stórtrívist á Argjum, har hann hevur spælt sum leigusveinur síðani síðst í mai mánaði
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir