Tórður Thomsen skal verja AB-málið

AB var í trongum skóm, nú bæði Magnus E. Poulsen og Danny Rasmussen eru skaddir. Spurningurin var, hvørt FSF kundi geva undantak at leiga málverja, nú flytingarvindeygað er stongt, men fríggjadagin kom hetta í rættlag.

Á heimasíðu síni skrivar NSÍ, at tað verður Tórður Thomsen, sum skal verja AB-málið komandi dystin. Tórður hevur áður vart málið hjá ÍF og B68 í Formula-deildini.