Tað skrivar argjamenn á heimasíðu síni. Tórður Thomsen hevur staðið millum stengurnar hjá uppflytarunum seinastu vikurnar, tí Heðin Stenberg hevur havt drúgvan skaða at drigist við. Nú er leiguavtalan við runavíkingin longd. – Eg meti, at AB er eitt felag, har tú sum leikari hevur tætt samband við nevndina. Mær dámar eisini, at øll í felagnum taka uppgávuna í álvara, sigur Tórður Thomsen við heimasíðuna hjá AB.
Avtalan er galdandi til oktober.










