Tórður Thomsen er aftur í B68

Tað skrivar heimasíðan hjá toftamonnum í kvøld.

 

B68 takkar samstundis Vlada Filipovic, sum hevur vart málið hjá toftamonnum seinastu trý árini. Serbin heldur ikki fram í felagnum.

 

Tórður Thomsen fekk sín fótbóltsuppaling í Runavík. Hann spældi við B68 í 2006. Málverjin hevur síðan spælt við NSÍ, AB og HB.

 

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2011.