TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen aftaná Tórður og liðfelagarnir høvdu vunnið heili 6-0 á AB við Løkin í Runavík í dag.
Tórður Thomsen heldur, at talan var um ein løgnan dyst. NSÍ fekk ikki hol á fyrsta tíman. AB var væl við og fekk eitt mál kolldømt. NSÍ fekk so Jens Joensen vístan av vølli, og endaði kortini við at skora seks mál.
Tórður Thomsen heldur, at seinastu løtuna var tað so vilt og fullkomin einvegis ferðsla ímóti málinum hjá AB, at hevði NSÍ verið neyvari høvdu teir vunnið 15-0.
Samrøðan Rás2 gjørdi við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg, ið fekk reytt kort hoyrist HER










