Í vetur bendi alt á, at Tórður Thomsen, sum annars hevur vart málið hjá NSÍ, skuldi royna seg uttan fyri føroysku landoddarnar. Tað bar við sær, at NSÍ gjørdi avtalu við Meinhardt Joensen, men nú fær hesin kapping frá Tórða Thomsen. Runavíkingurin hevur í hesum umfarinum slept útlendska dreyminum, og tá spæliloyvið enn liggur hjá NSÍ, hevur hann gjørt nýggjan sáttmála við felagið.










