Tórður Holm 70

Ein gomul ítróttarkempa verður í dag sjeyti

Ítróttarbrøgdini útinti hann fyri hálvthundrað árum síðani, tá fjølmiðlaheimurin langtfrá var so tíðindafróður sum nú á døgum. Og tí munnu hann og brøgd hansara neyvan verða so kend millum manna, sum ein uppgeara ítróttapressa hevði klárað at gjørt tey til í dag.


Tórður er føddur í Danmark beint fyri kríggið og kom til Føroya 7 ára gamal við tí fyrsta ferðamannaskipinum, ”Aarhus”, eftir bardagan í august, 1945.


Frásøgumaður er hann góður og hugtakandi er, at hoyra hann siga frá skiftinum frá tí myrka hersetta Danmark, til teir blíðu ljósu barnadagarnar, á sumri 1945 hjá ommuni og abbanum í Hvalba. Hóast hetta var fyrstu ferð hann var í Føroyum, og haraftrat tosaði danskt, so kendi hann á sær frá allarfyrsta degi, at nú var hann endiliga komin heim. Her ferðaðist hann sum fuglurin fríi í bergi og á bø, uttan nakrar sum helst bindingar á sær. Soleiðis var og er hann av nattúru: djarvur og ringur at stýra.


Tað gav at býta undir krígnum. Bert 3-4 ára gamal stakk hann av heimanífrá í Slagelse, út at rannsaka verðina? Fólk blivu bangin um hann og varð hann tí eftirlýstur í donsku radioavísini. Hetta varð nokk einasta lívstekin (umframt kanska radio-jólaheilsur) skyldfólkini í Hvalba fingu frá familjuni Holm undir krígnum.


Móðir Tórða, Kirsten var donsk. Úr Brønderslev og dóttir kenda skaldið, politikaran og háskúlamannin Andreas Thøgersen Grønborg. Hon gjørdist lærari í realskúlanum í Havn og tók sær serliga nógv av fimleikinum. Eisini syrgdi hon fyri livandi tónleikinum afturvið, við sínum klaverspæli.


Faðir hansara, Martin Holm, var ættaður av Hólalagi í Hvalba. Hann var politikari, lærari og m.a. formaður í Ítróttarsambandi Føroya í eini 15 ár. Hann fórst við íslendska flogfarinum vesturi í Mykinesi 26. september, 1970.


Tað er lættari at nevna tær ítróttagreinar í Føroyum um hetta mundið, sum Tórður Holm ikki luttøk í. Hann var ikki bert við. Hann var í fremstu røð allastaðni. Kappróðri, svimjing, fimleiki, hondbólti og ikki minnst í fótbólti. Hann var í nógv ár tann leikari, sum átti flestar dystir á føroyska landsliðnum.


Tað var ikki av ongum, at teir ungu innan B36 fylktust um Tórða.

Hann gekk á odda á vøllinum og var stjørnuleikari hjá B36 hesi ár. Men fekk ongantíð ta sjúku sum stjørnur oftani líða av, “primadonnunykkur”. Sjálvt um hann av einihvørji orsøk onkuntíð ikki slapp á liðið, fann hann seg í avgerðini og gekk ikki lúnutur runt og grunaði um rætt og órætt.



Hann visti nógv, læs nógv og var ótrúliga hittinorðaður. Og nógvar av søgunum liva

innan felagið enn.




Skal bert taka fram einar tvær her: Í 1962 er føroyska landsliðið á fyrsta sinnið í Íslandi og spælir landsdyst. Tórður er inni á vøllinum og eg eykamaður á bonkinum. Støðan í hálvleikinum er katastrofal. Føroyingar eru afturúr 8-0. Eg sigi tá við Tórð, at “tað er gott at sleppa frá at verða á vøllinum, tí Guð viti hvat íslendingar hugsa um tykkum, so vánaligir tit eru”. Hann skjýtur eyguni eftir mær og er skjótur at svara aftur “Vissi íslendingar halda okkum verða vánaligar, hvussu He....... heldur tú, teir halda reservarnar verða”?


Hin er úr Fuglafirði nógv ár seinni. Eg var ikki sjálvur við, men søgan er fortald mær og skal kanska takast við eitt sindur av fyrivarni. B36 spælir ímóti Í.F. Nemus Djurhuus er dómari. Sjáldan kom tað fyri, at Tórður í dysti fellur til jarðar. Men hesaferð er hann so óheppin at bresta saman við ein fuglfirðing og missir vitið. Dómarin leypur sjálvandi beinanvegin til fyri at taka eina vurdering av støðuni. Hann ristir í Tórða fyri at fáa hann at klárna aftur og rópar “Tórður, sig mær hvar tú er”. Jú, nú lyftir gamli annað eygnalokið upp og sær beint í fjesið á Nemusi og teskar “Í Mimir”.


Vit vóru oftani í Íslandi hesi árini og kanska var tað hetta sum birti undir hansara stóra áhuga fyri saga-litteraturi. Fyrimyndir hansara eru hetjurnar í Íslendingasøgum og Heimskringlu. Eisini í føroyskum bókmentum og kanska serliga føroyskum yrkingarsøvnum, sum uppi vóru um hetta mundið, var Tórður rættuliga kønur í. Pól F, Chr. Mastras, Janus og Tummas N. Djurhuus munnu nokk verða teir yrkjarar, hann helt mest um.


Hesa tíðina arbeiddi eg á Samvinnufelagnum í Vágsbotni, sum tá tókst við útróður í Grønlandi og har Líggjas í Bø var stjóri . Har komu, umframt fiskimenn, nógvir littererir persónar á gátt. Serliga plagdi Tórður at tosað um flaggdagin 1963. Hann var og vitjaði inni á Samvinnufelagnum, tá hurðin brestur upp. Inn kemur Tummas Napoleon. Hann skuldi halda flaggdagsrøðuna um eina løtu. Um vit ikki áttu ein lítlan dropa ímóti hundasjúku. Jú, har hevði onkur eina “Linie-akvavit”, sum hevði ferðast verðina runt við Wilhelmsen Lines. Og stimbrandi var dropin. Røðan um stríðsútgerðina og hermennirnar, sum á náttartíð meðan fólk svevur, sníkja seg gjøgnum Havnargøtur á veg niðan í Mjørkadal, er ein hin kendasta og best framborna røðan á Vaglinum yvirhøvur.


Tórður lærdi til snikkara úti við Strond hjá Zachariasi Bech og arbeiddi seinni í fleiri ár á Snikkaraverkstaðnum í Hornabø. Hann hjálpti eisini í nøkur ár Snorra Dam Jacobsen, at umvæla friðað gomul hús í Havnini.


Føðingardagin heldur Tórður uttan Garða í Hoyvík hjá elstu dóttrini Ingilín og Jákup Símuni. Umframt Ingilín eigur Tórður eisini Hall, tiltikna rennaran hjá Bragdinum, og Borgarhjørt, sum, eins og omman og abbin, er lærari og býr í Danmark, men er oftani á vitjan í Føroyum.


Heilsan


Gamli liðfelagið tín í B36, Heðin



PS. Eftir at eg hevði sent inn greinina til blaðið, frætti eg, at tveir av stóru stuðlunum hjá B36 í fimmti- og sekstiárunum, Sverri Trónd Hansen og Hans Jacob Egholm eru falnir dag um dag. Vit sótu allir tríggir í nevnd saman fyrst í sekstiárunum. Friður verið við minninum um Sverra og Hans Jacob