Tórður Guttesen: Hetta er óveruligt (Video og FM1)

(Video og FM1) Hoyr Sjúrð Hoydal siga frá fantastisku bjargingini hjá Tórði Guttesen, og hoyr Tórð Guttesen seta orð á hendingina

##med2##

Fyrsta løtan hjá Tórði Guttesen, málverja í einum undankappingardysti á føroyska manslandsliðnum gjørdist ein løta, ið ungi kyndilsmálverjin ikki gloymir. Nærum liggjandi bjargaði Tórður Guttesen brotskastinum, ið Stevan Vujovic royndi seg við.

Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu, ið Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Tórð Guttesen fyrr í dag. Á ljóðfíluni ber eisini at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá serligu løtuni.

- Hetta er óveruligt, sigur Tórður Guttesen, ið kennir seg væl í føroyska hópinum hóast hann er millum teir yngstu. Saman við hinum í hópinum hevur hann tikið sær av løttum í Ålborg í dag.

Klokkan 17 sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undankappingardystin móti Danmark í Gigantium høllini í Ålborg. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.

Her ber til at síggja eina upptøku frá YouTube rásini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF. Røddin, ið hoyrist í tí upptøkuni er royndi frásøgumaðurin hjá KVF, Suni Merkistein:

##med3##

##med4##

(Hoyr Tórð Guttesen greiða frá bjargingini, og hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá bjargingini)