Tórður fær drúgt leikbann

B36 málverjin missir ikki bert steypafinaluna

Tá B36 spælir steypafinalu leygarkvøldið, má B36 vera fyri uttan vanliga málverjan, Tórður Thomsen. Tórður Thomsen fekk beinleiðis reytt kort í seinasta landskappingardystinum hjá Víkingi móti B36, og situr tí uttanfyri við leikbanni tá steypafinalan verður leikt leygarkvøldið.

 

Men tað verður ikki einasti dystur, sum B36 málverjin fer at missa. Norðlýsið veit í dag at siga, at Tórður Thomsen hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri gerðina hjá sær í dystinum móti Víkingi sunnudagin.

 

Sostatt situr Tórður Thomsen eisini yvir í tveimum landskappingardystum aftaná steypafinaluna. Tað eru dystirnir hjá B36 ímóti ávikavist EB/Streymi og ÍF.