TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við málverjan hjá B36, Tórð Thomsen, sum saman við liðfeløgunum spældi javnleik 1-1 á útivølli ímóti NSÍ í kvøld.
Talan er um sjeynda javnleikin hjá B36 í 10 dystum, og tað heldur Tórður Thomsen er heilt sjúkt.
Tórður Thomsen heldur ikki, at avrikið hjá B36 var nakað at reypa av í fyrra hálvleiki, tá NSÍ var á odda 1-0. Í seinna hálvleiki gekk munandi betur, og Tórður Thomsen er væl foreintur við seinna hálvleik.
Royndi málverjin hjá B36 heldur nógv um avrikið hjá 18 ára gamla málskjúttanum hjá B36. Tórður Thomsen viðgongur, at fyri stuttari tíð síðani visti hann ikki hvør Erlendur Magnusson var, men nú er hann sera hugtikin av 18 ára gamla liðfelaganum, sum ger tað framúr gott, og hevur nú skorað tveir dystir á rað fyri B36.










