Tórður: Eg gevist at lyfta

Kendi útvarpsmaðurin tekur nú avleiðingar av Corona-sjúkuni, sum eisini er komin til Føroya

Útvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen er kendur fyri at gera fólksligar sendingar úr mest sum hvørjum horni í landinum. Hann er eisini kendur fyri at lyfta fólk. Mong fólk hava fingið eitt lyft frá Tórði – onkuntíð í sigurskæti í sambandi við ítróttarkappingar, oinkuntí til stuttleika í óformligum samanhangi.

Nú boðar Tórður Mikkelsen frá, at hann gevst at lyfta fólk.

– Góðan morgun. Vit mugu øll gera okkara í hesum Corona-tíðum. Hervið verður alment boðað frá, at eg havi steðgað allari lyfting dags dato, skrivar Tórður Mikkelsen í facebook boðum.

Hann hevur fingið fleiri enn 400 tumlar fyri uppslagið, sum ivaleyst skal skiljast sum frískligt ískoyti til sjúkukjakið, nú fyrsti tilburðurin av Corona-virus er staðfestur í Føroyum.