Tað eru framvegis millum tríggjar og fýra milliónir afghansk flóttafólk í legum í Pakistan og Iran. Tey flestu hava sera vánalig kor í legunum, og hóast pakistansku og iransku myndugleikarnir gera sítt ítartsta fyri at fáa tey at fara heimaftur, tora tey ikki.
- Eg tori ikki at fara heimaftur, sigur ein av kvinnunum. Hon er av hasara-fólkinum í landspartinum Baghlan norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. Hon sigur seg hava frætt, at nógvir hasarar og usbekar vórðu myrdir í Baghlan tíðliga í november. Bara tann eina dagin doyðu tólv, sigur hon og leggur afturat, at tey hava frætt tíðindini frá einum manni, sum var so heppin at sleppa burtur haðani.
Ein onnur kvinna sigur, at hon torir ikki at fara heimaftur, tí hon er bangin fyri, at krígsharrarnir, sum tóku valdið aftan á tey amerikansku bumbuálopini, fara at hevna seg. Sjálv er hon av pasjtuna-fólkinum, men er ættað úr einari bygd, har tey flestu eru usbekar.
Kvinnurnar og fleiri av hinum flóttafólkunum bera eisini ótta fyri at verða álopin á veg heimaftur. Tey hava frætt, at krígsharrarnir og brotsmannalið hava sett vegbyrgingar upp ymsastaðni millum teir stóru býirnar. Har krevja teir at fáa pengar aftur fyri at loyva flóttafólkunum framvið. Tey, sum ikki hava pengar, verða skotin. Ein lastbilaførari varð herfyri særdur av skotum, tá hann sýtti fyri at steðga við eina av hesum vegbyrgingunum.
Krígsharrar ráða
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at flóttafólkini kenna seg heldur ikki trygg í legunum í Pakistan og Iran. Felagsskapurin sigur, at nógv fólk eru illa viðfarin, og summi eru vorðin noydd yvir um afghanska markið ímóti sínum vilja.
Nógvar av kvinnunum í legunum kenna seg ótryggar, tí tær hava frætt, at ókendir menn hava verið í legunum, har teir hava burturflutt ungar gentur. Sjálvar bera tær eisini ótta fyri kynsligari misnýtslu, velja tær at fara heimaftur.
ST-flóttafólkastovnurin UNHCR fer tann 1. mars undir eina verkætlan, sum skal fáa umleið 800.000 flóttafólk at venda heimaftur, men Human Rights Watch stúrir fyri, at fleiri verða noydd at fara heim ímóti sínum vilja. Tað avsannar ST, sum sigur, at ætlanin er at hjálpa teimum, sum vilja sleppa heimaftur.
Alment er tað fyribilsstjórnin í Kabul, sum stýrir Afghanistan í dag, men í fleiri landspørtum eru tað krígsharrar av ymiskum slagi, sum hava tað veruliga valdið. Har vesturi og har norðuri í landinum er støðan so ótrygg, at sjálvt ikki neyðhjálparfelagsskapirnir tora hagar at hjálpa teimum neyðstøddu.