Týr til reiðar at herja á Evropa

Týr hevur 51 konsertir kring Evropa á skránni, men sambært Hera Joensen er bólkurin í sera góðari venjing og væl fyri til avbjóðingina

 
 
- Eg renni <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;15 km&quot;$?$end$!$15 km</st1:metricconverter$?$end$!$ annan hvønn dag, sigur Heri Joensen sangari og gittarleikari í Týr, ið arbeiðir málrættað fyri at fyrireika seg til konsertferðirnar hjá bólkinum kring Evropa í heyst og í vetur.&nbsp; <BR>Talan er um tvær sera harðar konsertferðir, fyrra ferðin er 26 dagar í september, á hesi ferð spælir Týr 24 konsertir í 4 londum. Seinna konsertferðin verður 31 dagar og byrjar í november. Á hesi konsertferð spælir Týr 27 konsertir í 13 londum. Hetta krevur góða venjing, og at tú ert kropsliga væl fyri. Men Heri heldur, at teir eru klárir til avbjóðingarnar.
- Vit venja sum bólkur 2 tímar um dagin, so vit eru í góðari venjing. Sjálvandi fær bassleikarin Gunnar ikki vant við okkum. Hann býr í Danmark, men hann venur sjálvur eins nógv og vit, og so hittast vit nakrar dagar áðrenn vit fara á konsertferðina og venja saman í einum venjingarhøli, ið Gunnar hevur í Danmark. So vit skuldu verið væl fyri til ferðina, sigur Heri.
 
Ræðist ikki kendar menn
Fyrra konsertferðin hjá Týr er saman við við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom. Meðan tann seinna er saman við svensku tungmálmsrisunum Amon Amarth og finsku Wintersun. Vit spurdu Hera, um hvørjar kenslur tað vekir í honum, at teir skuldu hita upp fyri eitt stórt navn sum Amon Amarth.
- Eg eri spentur upp á alt projekti  Men eg ræðist ikki menn tí, at teir eru kendir. So tað ger ikki so stóran mun. Men talan er um størri spælistøð enn á fyrru konsertferðini, og so ferðast vit eisini longri millum konsertstøðini, so tað er sjálvandi annarleiðis enn á fyrru konsertferðini.
Á báðum konsertferðunum verður ferðast í bussi, so tí verður stórur partur av ferðing á vegunum kring Evropa.
 
Kraftigari melodiir
Konsertferðirnar eru partar av sølufremjandi átakinum í sambandi við, at Týr gevur út fløguna Ragnarok 22. september.
Upptøkurnar vóru gjørdar í summar, og Heri sigur, at bólkurin er sera vælnøgdur við upptøkurnar.
- Fyrst og fremst ljóðar fløgan betur, enn nakað vit hava gjørt fyrr.
Heri er greiður yvir, at allir tónleikarar vanliga meta sítt seinasta verk, vera tað besta, teir hava gjørt, men Heri er púra vísur í, at hetta er besta Týr tilfarið higartil.
- Melodiirnir eru kraftigari og fløgan er meira progressiv. Tað kann hugsast, at hon ikki er líka lurtaravinarlig sum Eric The Red. Hon krevur kanska meira av lurtaranum, men eg rokni við, at hon er betur í longdini.
Henda fløgan er givin út á Napalm Records, og tað er plátufelagið, ið stendur fyri útgávukostnaðinum, hetta hevur givið Týr fríðari ræsur.
- Vit hava havt nógv betur tíð, og hava tí fingið arbeitt við løgunum. Vit hava fingið konsentrera okkum um tónleikin og hava sostatt arbeitt meira við hvørjum lagi. Hetta hevur verið við til at gera fløguna meira progressiva. Ein av orsøkunum til, at løgini á Eric The Red vóru so simpul, var at vit ikki sluppu at arbeiða við teimum.
 
 
Nýtt lag á alnetinum
Longu nú liggur eitt brot av Ragnarok á alnetinum. Talan er um partar av lagnum Wings Of Time. Lagið liggur á heimasíðuni hjá Napalm Records, á napalmrecords.com/mp3/tyr06.mp3. Sum áður er talan um tungmálm blandaður við kvæði. Umframt partar av lagnum, ið verða sungnir á enskum eru brot úr á kvæðinum Grímur á Miðalnesi.
- Í Wings Of Time brúka vit Grímur av Miðalnesi sum niðurlag, her er tað sungið av okkum. Á fløguni kemur Wings Of Time beint aftan á Grímur av Miðalnesi, ið eisini er á fløguni sum egið lag. Tá verður lagið kvøtt av sumbingum.
Týr hava tikið upptøku frá 60árunum við sumbingum, ið kvøða hetta kvæði og lagt rokktónleik undir. Hetta er sama upptøka, ið varð nýtt á fløguni Flúgvandi Biðil, ið Kári Sverrisson gav út.
Heri heldur, at hetta at nýta upprunaupptøkurnar hevur givið lagnum eina aðra dimensión, og riggar stak væl.
Í Wings Of Time eru upptøkurnar  av sumbingum eisini brúktar, men Týr hava kvøði útyvir tær.
- Hetta vísir eisini útlendingum, hvussu vit arbeiða við kvæðunum, sigur Heri.
Umframt at Grímur av Miðalnesi og Torsteins Kvæði  eru á fløguni, so er øll fløgan kvæðarokkur. Hetta merkir at riff við botni í kvæðunum og kvæðaløg ganga aftur í øllum løgum. Eisini er ein donsk vísa og eitt írskt lag á fløguni, greiður Heri frá.
 
Nýggi gittarin hevur roynst væl
Fyrr í ár fekk Heri gjørdan ein nýggjan og øðrvísi gittar av gittarsmiðinum Peturi Magnusi Bjarnastein, og hesin hevur roynst honum somikið væl, at hann nú vil hava ein afturat.
- Eg havi brúkt nýggja gittarin til allar rútmugittarar á fløguni, og til fleiri av solounum. Hann gevur mær størri frælsi á høgu bondunum, og tá eg nú spæli á hin gamla gittarin irritera forðingarnar meg, so tí vil eg hava ein afturat, at hava at skifta við.
Heri og hinir limirnir í Týr, ið búgva í Føroyum, fara til Danmarkar at venja saman við Gunnari fríggjadagin, og fyrsta konsertin verður í Berlin 6. september.  
Nýggja fløgan Ragnarok kann longu nú bíleggjast á alnetinum. Á heimasíðuni darkness.de liggur fløgan við fullkomnum yvirlitið yvir tey 18 løgini.