Týr til Amerika

Føroyski víkingabólkurin Týr fer í næstum til Amerika, har teir skulu á sera umfatandi rundferð, við 23 konsertum í januar. Hetta er triðju ferð, at Týr fara til Amerika á slíka rundferð, og hava teir ætlanir um at fara til Amerika seinni í ár.

 

-Tað eru ikki nógvir bólkar, sum spæla tað sama sum vit, og tí mugu vit bara royna at spæla nógv, og soleiðis koma fram í Amerika, sigur Kári Streymoy, ein av tónleikarunum í Týr.

 

Tað er umvegis ein umboðsmann, at Týr hevur fingið hesa rundferð í lag, og við 23 konsertum er hetta sannlíkt ein góður møguleiki hjá Týr at gera vart við seg í Amerika.

 

-Eg dugi ikki at siga, hvørjar møguleikar hetta kann geva okkum, men vit vóna sjálvandi at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot, sigur Kári Streymoy.

 

Teir skulu framføra fyrstu ferð 6. Januar, og halda síðani fram til 31. Januar. Síðani fara teir aftur til Amerika í apríl, august og september.